InTime Theatre

InTime Theatre ÓÐINS EYGA - ein víkinga barnaleikur á Tjóðpalli Føroya 25 - 31 juli, kl. 15.00/17.00. Atgongumerki á 60 kr fáast á www.tjodpallur.com.

Hetta er ein leikur, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. Tað er Sóley Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar í hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið er høvdingadóttir og livir í víkingaøldini. Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóði

ngar – ikki minst gudin Loka. Sóley er millum annað kend frá einkvinnuleikinum Einki orð, har hon eisini spældi nógvar leiklutir, júst sum hon hevur tørv á í hesum leikinum, um djørvu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga. Leikurin er upprunaliga svenskur, og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av Óðins Eyga. Ungi rithøvundurin og tónleikarin, Trygvi Danielsen – sum hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins til ungt listafólk – hevur umsett leikin til føroyskt.

--------------------------------------------------------------------

UM "EINKI ORÐ"

"Einki orð" eftir Wendy Graf er fyrsta verk, Jenný Lára og Sóley seta upp við nýstovnaða leikbólkinum InTime Theatre. "Einki orð" snýr seg um lívið hjá einari muslimskari kvinnu, ið stríðist við at sameina sín muslimska samleika við sín samkyndleika. Leikurin handlar eisini um nógvu fordómarnar um islam. Kvinnan er praktiserandi muslimur í New York beint eftir yvirgangsatsóknina t. 11. septembur 2001, og hon og familjan eru fyri nógvum ágangi fyri døkka hár sítt, arabisku nøvnini og fyri at vera ílatin eftir muslimskari siðvenju. Við leikinum vilja Sóley og Jenný Lára geva innlit í truplu tvístøðuna, trúgv og samkyndleiki kann seta fólk í, og vísa at muslimar eru bara menniskju, eins og øll onnur. Jenný Lára er útlærdur leikstjóri frá the Academy of the Science of Acting and Drama í London, haðani Sóley er útlærdur sjónleikari. Elin Klein Joensen er samskipari av leikinum. Jákup Bernhard Brim hevur umsett leikritið frá enskum (“No Word in Guyanese for Me”) til føroyskt. Hann hevur áður umsett "Brúdleypið" eftir A. Chekhov og "Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir" eftir brøðrunum Grimm.

Sóley Danielsen, sjóneikari í InTime Theatre er lærari í Sjónleikarhúsinum frá januar 2018. Børn, ung og vaksin kunnu me...
07/11/2017

Sóley Danielsen, sjóneikari í InTime Theatre er lærari í Sjónleikarhúsinum frá januar 2018. Børn, ung og vaksin kunnu melda seg til á www.kvoldskulin.fo

Allan oktober og november 2015, vitjar "ÓÐINS EYGA" á dagstovnum, skúlum og til onnur tiltøk runt í øllum Føroyum. Vit g...
30/09/2015

Allan oktober og november 2015, vitjar "ÓÐINS EYGA" á dagstovnum, skúlum og til onnur tiltøk runt í øllum Føroyum. Vit gleða okkum :) Mynd frá G-festvalinum 2015.

Vit fegnast um eftirspurningin eftir víkinga barnaleikinum "ÓÐINS EYGA" :) Um tú ynskir at hoyra meira, so set teg í sam...
04/09/2015

Vit fegnast um eftirspurningin eftir víkinga barnaleikinum "ÓÐINS EYGA" :) Um tú ynskir at hoyra meira, so set teg í samband við okkum á [email protected].

Leygardagin 29/08 verður víkingaleikurin ÓÐINS EYGA sýndur kl. 11.00 til Mentanardagar í Fuglafirði. Vit gleða okkum! :D
21/08/2015

Leygardagin 29/08 verður víkingaleikurin ÓÐINS EYGA sýndur kl. 11.00 til Mentanardagar í Fuglafirði. Vit gleða okkum! :D

KEYP

Í dag kl.17.00 er seinasti møguleiki at síggja ÓÐINS EYGA á Tjópallinum - enn er ikki útselt! Tit kunnu ogna tykkum atgo...
31/07/2015

Í dag kl.17.00 er seinasti møguleiki at síggja ÓÐINS EYGA á Tjópallinum - enn er ikki útselt! Tit kunnu ogna tykkum atgongumerki á tjodpallur.fo fram til kl 16:00 ella við dyrnar fram til kl 17:00. Tit eru eisini vælkomin at ringa til 220662 um spurningar eru.

Góða Ólavsøku og takk til tykkum øll sum longu hava hugt! Nú eru bert tvær sýningar eftir: 30. og 31. kl. 17.00 ;)
29/07/2015

Góða Ólavsøku og takk til tykkum øll sum longu hava hugt! Nú eru bert tvær sýningar eftir: 30. og 31. kl. 17.00 ;)

Røddin tosaði við Sóley Danielsen um sjónleik :) Sí link.
29/07/2015

Røddin tosaði við Sóley Danielsen um sjónleik :) Sí link.

Sóley Danielsen og ljóðmaðurin, Baldur Meitil, leggja seinastu hond á verkið, áðrenn Sóley skal á pall at spæla einmansleikin Óðins eyga.

28/07/2015

Enn eru atgongumerki til Óðins Eyga tøk frá 29inda til 31inda. Hesi kunnu keypast á Tjóðpallinum framm til kl 17 í dag, ein tíma áðrenn sýning og sjálvandi eisini á tjodpallur.fo. Vit ynskja øllum eina góða Ólavsøku.

Gulla Øregaard gevur ÓÐINS EYGA 5 stjørnur. ***** Takk Gulla! :DSí sýningar á tjodpallur.fo ;)      Les ummæli her: "Sól...
27/07/2015

Gulla Øregaard gevur ÓÐINS EYGA 5 stjørnur. ***** Takk Gulla! :D
Sí sýningar á tjodpallur.fo ;)

Les ummæli her:
"Sóley Danielsen, sjónleikari sigur frá søguni um “Óðins Eyga” í pallsettari uppseting á Tjóðpallinum.

Barnaleikurin er svenskur og Magnus Palm, leikstjóri hevur lagt leikin til rættis. Hann hevur við kønari hond leikstýrt, so Sóley Danielsen, sum myndaði 10 ymsar karakterir stóð eftir, ikki bara sum sigrandi dótturin Tóra, men eisini sum leikkvinna, sum er verd at leggja til merkis og fylgja víðari fram á leiðini sum sjónleikari.

Eg hugsaði í dag, nú sólin stóð høgt á himli og alt var ljóst og hugaligt, at kanska var tað ikki besta raðfestingin at seta seg inn í myrka, tronga teatursalin á Tjóðpallinum fyri at hyggja eftir einum barnaleiki.
Her fór eg skeiv. Hóast ljóst og gott var úti, so vóru tær 40 minuttirnir, sum Sóley Danielsen gav áskoðarunum við frásøgn, spæli og dansirútmum somikið áhugavert, at tíðin fleyg avstað.

Tú var vitni til, at hóast børn fingu loyvi til at gera viðmerkingar til sjálva søgugongdini, sum tey gjørdi sjarmerandi og eldhugaði, so eydnaðist Sóley at fasthalda søgugongdini í sínum spæli. Hetta at børnini vóru so hugtikin av spæli og evninum í leikinum um bardagar, svik og røsku Tóru, so datt leikurin ikki sundur. Tvørturímóti fekk eg sum áskoðari ta fatan, at børnini tóku høvuðsevnið um “Óðins eyga” til sín og vóru avbjóðaði við spurningum, hvussu best var at brúka vit og skil og snildir, at loysa teir trupulleikar, sum søgan átti í sær. Sjálva ikonin (silvurpláta við eyga á) hjálpti væl upp á forstáilsi um, at best er at hugsa seg væl um, áðrenn ein fer í bardaga fyri týdningarmiklari sak.

Sóley spældi 10 leiklutir sannførandi, meðan høvuðsleikluturinTóra var berandi kraftin.

Leikurin er gjørdur við støði í norðurlendsku gudalæruni, og hóast hann verður róptur barnaleikur, so hevði Sóley fatur bæði á børnum, ungum og eldri.
Tað gleddi meg, at ljós- og ljóðsíðan vóru so væl frágingin. Hetta dugdi leikarin at brúka. Onkusvegna minimalistiskt, men væl fingið burtur úr.

Okkurt smávegis var við skeivum bendingum, men tað hevði ikki so nógv upp á seg.

Barnaleikurin “Óðins Eyga” á Tjóðpallinum var í dag ein góð uppliving bæði til tekst, spæl og talu.

Eg fari at viðmæla leikin bæði til børn, ung og eldri, tí løtan var góð og gav tær nakað at hugsa um, hvussu teatur og søgutulking/- menning kann ganga hond í hond.

Leikurin fær fimm stjørnur."

26/07/2015
24/07/2015

Tóra, Loki og vakturin Haraldur vilja hava tykkum øll at koma í Tjóðpallin á Ólavsøku til Óðins Eyga. Møt eisini hinum sjey persónunum í leikinum og lær okkurt um víkingarnar.

Atongumerki til sýningar av víkingaleikinum Óðins Eyga á Tjóðpallinum 25. -31. juli fáast nú á tjodpallur.fo.
21/07/2015

Atongumerki til sýningar av víkingaleikinum Óðins Eyga á Tjóðpallinum 25. -31. juli fáast nú á tjodpallur.fo.

Barnaleikurin Óðins Eyga var so væl dámdur á G! Festivalinum, at ein eykasýning mátti kroystast inn í Fjósinum leygardagin. Fleiri áskoðarar vóru so bergtiknir at teir sóu fleiri sýningar. Eitt nú vóru nakrar gentur, ið sóu allar sýningarnar.

Adresse

Tjóðpallur Føroya, Tórsgøta 9
Tórshavn
100TÓRSHAVN

Telefon

+298 214842

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når InTime Theatre sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til InTime Theatre:

Del