Tórsgøta

Tórsgøta Tórsgøta fevnir um: Reinsaríið, Perluna, Auluna í Finsen, Listahøllina, Ostahúsið, Garasjuna og Smiðjuna í Lítluvík

Reinsaríið er fyrst og fremst ætlað rútmiskum tónleiki, men hølini hóska til alskins framførslur og fyrilestrar. Her skipa vit sjálvi fyri konsertum, men tað er øllum frítt at leiga hølini til almenn tiltøk. Lesið meira um hølini á heimasíðu okkara www.torsgota.fo

20 bólkar og einstaklingar hava meldað seg til Sement 2026.Og eitt stórt pluss er, at nógv tey flestu ikki hava luttikið...
03/09/2026

20 bólkar og einstaklingar hava meldað seg til Sement 2026.

Og eitt stórt pluss er, at nógv tey flestu ikki hava luttikið fyrr. Ikki, tí vit ikki ynskja, at mann luttekur fleiri ferð. Ongantíð betri. Men at so nógvir nýggir luttakarar eru merkir, at tað alla tíðina koma nýggj nøvn og nýggjur tónleikur fram í ljósið. Og tað er eitt positivt tekin um, at tónleikalívið í Føroyum er í blóma

Fyrsta umfar verður 3. oktober á Reinsarínum.

Vit eru spent sum lítlar hønur um, hvat vit fara at síggja, hoyra og uppliva.

Dolly Parton heiðurskonsertEin av størstu røddunum innan countrytónleikin er tagnað, men sangirnir liva víðari.12. desem...
31/08/2026

Dolly Parton heiðurskonsert

Ein av størstu røddunum innan countrytónleikin er tagnað, men sangirnir liva víðari.

12. desember savnast vit á Reinsarínum til eina serliga heiðurskonsert fyri Dolly Parton. Vit fara ígjøgnum stóra sangskattin við øllum hittunum, klassikarunum og øðrum góðum sangum frá eini heilt serligari tónleikakarrieru.

Á pallinum:
James Olsen – trummur og sang
Magni Husgaard – tangentar
Høgni Fagraberg – gittar
Jógvan Fróðin Baldvinson – bass
Herborg Torkilsdóttir og Guðrun Sólja Jacobsen – sang

Lær at seta prís á teg og tín tónleikHvat kostar ein konsert við tær?Tað ljóðar sum ein einfaldur spurningur. Men hjá nó...
31/08/2026

Lær at seta prís á teg og tín tónleik

Hvat kostar ein konsert við tær?

Tað ljóðar sum ein einfaldur spurningur. Men hjá nógvum tónleikarum er hetta ein tann truplasti spurningunum at svara.

Skalt tú siga 3.000 kr.? 8.000 kr.? 15.000 kr.? Og hvat byggir tú prísin á?

Á verkstovuni læra vit teg at seta ein realistiskan og professionellan prís á teg og tín tónleik.

Vit hava fingið Eirik Søreide, ein av teimum mest royndu innan økið í Noregi, at geva tær ítøkilig amboð, sum tú kanst brúka næstu ferð, tú skalt samráðast um eina konsert.

Eirik er stjóri og eigari av Polar Artist AS, eitt av fremstu bookingfeløgunum í Noregi. Hann stovnaði felagið í 2006, og hevur við tíðini fingið ein týðandi leiklut á norðurlendska konsertmarknaðinum.

Sum bookingagentur umboðar hann millum annað Highasakite, Espen Lind, Pom Poko, Sløtface og Team Me. Við øðrum orðum: Hann veit, hvat tónleikur kostar, hvussu tú finnur fram til ein prís og hvussu tú samráðist um prís.

Vit fara millum annað at arbeiða við:

• Hvønn prís kanst tú taka fyri eina konsert?
• Hvat kann hava ávirkan á prísin?
• Hvat við festivalum, tiltøkum og konsertum uttanlands
• Hvat um tú ert support hjá einum øðrum bólki?
• Hvussu við vælgerandi endamálum?
• Hvussu roknar tú manning, útgerð, ferðing, mat og aðrar útreiðslur inn í prísin?
• Hvussu samráðist tú, uttan at selja teg sjálvan ov bíliga?
• Hvussu brúkar tú málið og retorikk, tá tú skalt samráðast um prís?
• Hvat er best: Føst samsýning, at spæla upp á hurðina ella at býta inntøkurnar við fyriskiparan?

Hetta verður ikki bara ein fyrilestur, har tú situr og lurtar. Tú fært eisini praktiskar uppgávur og sleppur at royna teg í veruligum støðum, so tú fert heim við amboðum, sum tú kanst brúka beinanvegin.

Melda teg til verkstovuna við at senda ein meyl til [email protected], har tú boðar frá, at tú vilt luttaka.

Tiltakið er fyriskipað av Tórsgøtu og FMX.

Lær at seta prís á teg og tín tónleik

Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík4 og 5. september hevur Jamilla Collins sína fyrstu einstaklingaframsýning í Smiðju...
31/08/2026

Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík

4 og 5. september hevur Jamilla Collins sína fyrstu einstaklingaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin hevur heitið The Living Word.

Jamilla er fødd og uppvaksin í Brooklyn í New York, og listin hevur fylgt henni, síðani hon var ung. Hon gekk á fleiri listaskúlum í New York, millum annað NYC Museum School, High School of Art and Design og Pratt Institute, har hon fekk høvi at menna seg sum listafólk.

Men listin er bara ein partur av søguni. Jamilla hevur eisini stóran áhuga fyri bíbliuni og kristni trúnni og hevur lisið á Moody Bible Institute. Í málningunum sæst ein samanrenning millum bæði áhugamálini. Hon málar verk, sum taka støði í menniskjum, lívinum, trúnni og tankum, sum kunnu fáa okkum at steðga á eina løtu.

Í dag býr Jamilla í Føroyum, og tað sæst eisini aftur í verkunum. Á framsýningini verða bæði málningar av føroyskum fólki og landslagi, og meira persónlig verk við íblástri úr trúgv og lívinum rundan um okkum.

Hetta er fyrstu ferð, Jamilla vísir síni verk fram á eini einstaklingaframsýning.

Opið er:

september kl. 18.00–21.00
september kl. 12.00–18.00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fjórði dómarin er Anna Iachino.Um nakar hevur fingurin á pulsinum, tá talan er um nýggj talent og nýggjar bólkar, so er ...
31/08/2026

Fjórði dómarin er Anna Iachino.

Um nakar hevur fingurin á pulsinum, tá talan er um nýggj talent og nýggjar bólkar, so er tað Anna.

Líka síðani Reinsaríið lat upp, hevur Anna givið føroyskum tónleikarum ein pall at royna seg á við Open Mic. Og fyri nógvar av okkara fremstu tónleikarar, var Open Mic fyrsta fetið inn á føroyska tónleikapallin.

Frá 1996 til 2004 hevði hon sítt egna booking agency, A&A Productions, í Montreal. Hon hevur ein Master in Music frá Listaháskóla Íslands og er forkvinna í Havnar Jazzfelag.

Anna er eisini helvtin av MonkeyRat saman við Arnold Ludvig og hevur sína egnu elektronisku soloverkætlan, Plutonic.

Við øðrum orðum: Anna hevur ein so solidan fingur á føroyska pulsinum.

Rolling Stones Jam avlýstTíverri verður konsertin við Rolling Stones Jam ikki til nakað.Orsøkin er, at forsølan hevur ve...
31/08/2026

Rolling Stones Jam avlýst
Tíverri verður konsertin við Rolling Stones Jam ikki til nakað.

Orsøkin er, at forsølan hevur verið ov lítil til, at konsertin kann blíva til veruleika

Vit harmast um støðuna og takka tykkum, sum høvdu keypt atgongumerki og ætlaðu sær til konsertina.

Øll atgongumerkir verða sjálvandi endurgoldin.

Adresse

Tórsgøta 3
Tórshavn
100

Telefon

+298286671

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Tórsgøta sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Tórsgøta:

Genveje

Del