Filmsfelagið

Filmsfelagið Hvønn mikudag sýnir Filmsfelagið góðar nýggjar arthouse filmar í Havnar Bio. Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.

Einki er sum filmur í felag - og samstarvi!

Í Filmsfelagnum vísa vit film hvørt mikukvøld, sovítt koronastøðan loyvir tí. Ikki er neyðugt at tekna limaskap at síggja úrvaldu arthouse filmarnar í Filmsfelagnum. Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur filmsýningar sum áhugamál og virksemi. Umframt Havnar Bio samstarvar Filmsfelagið við Geytan, Kringvarpið, filmsframleiðarar kring landið, lærarar, sum brúka film í undirvísingini, SALT, Løkshøll og annars øll, ið vilja sýna film fyri fólki í felag. Havnar Bio hevur fingið loyvi frá nevndini í gamla Filmsfelagnum, at sleppa at brúka heitið á felagnum, og at velja filmar við kuraterandi ráðgeving frá gomlu nevndini og filmshugaðum annars. Alt um filmarnar er at finna á Facebookprofilinum hjá Filmsfelagnum. Atgongumerki fáast við skivuna í Havnar Bio og á netinum bio.fo/filmsfelagið. Tað eru Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen, sum í løtuni mynda Filmsfelagið og kuratera virksemið saman við nýggju eigarunum í Havnar Bio, og øllum, ið hava áhuga at síggja og vísa film. Nærri uplýsingar um Filmsfelagið:
Birgir Kruse tlf 555 165
Ole Wich tlf 273 840
Rannvá Jónsdóttir tlf 274 313
Jana Mortensen tlf 281 365

Tilboð frá LGBT+ Føroyum um sjáldsamt bókakeyp undan fyrstu filmsýningina eftir summarsteðgin "No rest for the wicked" m...
28/07/2026

Tilboð frá LGBT+ Føroyum um sjáldsamt bókakeyp undan fyrstu filmsýningina eftir summarsteðgin "No rest for the wicked" mikudagin 2. septembur 2026:

https://kino.dk/nyheder/udenlandske-anmeldere-hylder-ny-dansk-gyser-med-pilou-asbaek-saer-sexet-og-fortryllende?fbclid=I...
26/07/2026

https://kino.dk/nyheder/udenlandske-anmeldere-hylder-ny-dansk-gyser-med-pilou-asbaek-saer-sexet-og-fortryllende?fbclid=IwY2xjawTSvmtleHRuA2FlbQIxMABzcnRjBmFwcF9pZBAyMjIwMzkxNzg4MjAwODkyAAEeOUzV3qmkifUUnBNUJP-LRRkRVvdg-r0ohORfFPMQB70WWtFUc3n4fV6-Lwg_aem_fJTE5l1Zr5dT03u3eXMw-A

Filmurin, sum vit 2/9 byrja við eftir summarferiuna, "No Rest For the Wicked", fær góð ummæli út í heimi. Danski miðilin Kino hevur tikið saman um nøkur av útlendsku ummælini. Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum, sum er hin fyrsta í Føroyum.

Åbner dansk filmfestival

2/9 kl 20:00 No Rest for the Wicked (Kasper Kalle Danmark Føroyar Ísland 2026 103 min)Fyrsti filmur í heystskránni hjá F...
13/07/2026

2/9 kl 20:00 No Rest for the Wicked (Kasper Kalle Danmark Føroyar Ísland 2026 103 min)

Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er "No Rest for the Wicked". Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina. Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum, helst á Slættanesi í Vágum. Eiler var talsmaður í LGBT+ Føroyum, sum í 2014 gav út týsku søguna "Manor" í føroyskari týðing hjá Hanusi Kamban.

Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið.

Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Hin fremmandi er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou Asbæk), sum vekir nakað í føroyska Balduri. Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum. Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðast til deyðan - og enn longur.

"No Rest For the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrsti var "Christian IV - Kongens sidste rejse" (2018).

Leikarar eru Egor Venned, Pilou Asbæk, Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim.

Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth.

Charades í París stendur fyri altjóða søluni.

Umframt søguna "Manor" úr Vágum hevur týski Karl Heinrich Ulrichs, sum var løgfrøðingur og politikari, eisini sagt eina søgu úr Sumba, "Der Mönch von Sumbö" (Leipzig 1885).

Vikuskiftis Sosialurin, Jákup Bogi Joensen skrivar og Álvur Haraldsen tekur myndir:
09/07/2026

Vikuskiftis Sosialurin, Jákup Bogi Joensen skrivar og Álvur Haraldsen tekur myndir:

13/1 2027 kl 20:00 Fjord (Cristian Mungiu, Rumenia Noreg 2026 146 min)Fyrsti filmurin í nýggja árinum hjá Filmsfelagnum ...
07/07/2026

13/1 2027 kl 20:00 Fjord (Cristian Mungiu, Rumenia Noreg 2026 146 min)

Fyrsti filmurin í nýggja árinum hjá Filmsfelagnum er stórfilmurin "Fjord", sum rumenski leikstjórin, Cristian Mungiu (f.1968), vann Gylta Palman í Cannes fyri.

Mungiu vann somu heiðursløn í Cannes í 2007 fyri "4 Months, 3 Weeks and 2 Days". Í 2016 deildi hann virðislønina við franska Olivier Assayas fyri bestu leikstjórn. Tilsamans er neyvan nakar leikstjóri, sum er so nógv heiðraður á árligu filmstevnuni í Cannes, ið vanliga verður mett sum fremsti altjóða arthouse pallur.

Norska Renate Reinsve og rumenski Sebastian Stan, sum bæði eru í Oscaruppskoti, eru hjúnini Lisbeth og Mihai, sum eru flutt úr Rumenia til eina bygd, eitt tettsted, við norska fjørðin.

Við fimm børnum koma tey skjótt í samband við bæði meinigheitina á staðnum og grannar, ið hava børn í sama alduri. Tá skúlin fær ta greiðu fatan, at fremmandu foreldrini revsa børnini á harðligan hátt, verða tiltøk sett í verk.

"Fjord" er ein aktuellur, spennandi og hugvekjandi filmur, har privata húskið er karmur um alment viðkomandi søguna úr einum av okkara næstu grannalondum, har ljós verður varpað á mentanarmunir og viðkvæma markið millum privatlív og stovnsmakt.

Renate Reinsve og Sebastian Stan spældu saman í "A Different Man" (Aaron Schimberg 2024).

"Fjord" varð frumsýndur fyri einum altjóða skara á 79. filmfestevnuni í Cannes 2026. Umframt at vinna fremstu virðisløn, vann filmurin eisini FIRPRESCI virðislønina og François Chalais-virðislønina, sum verður latin einum filmi, ið setur journalistisk og humanistisk virði á breddan.

- Hvat hevur eydnast og hvat liggur á láni?Síðan mikudagin 7. januar, tá vit byrjaðu árið við at vísa suðurkoreanska No ...
02/07/2026

- Hvat hevur eydnast og hvat liggur á láni?

Síðan mikudagin 7. januar, tá vit byrjaðu árið við at vísa suðurkoreanska No other Choice, hava vit higartil í ár víst 24 nýggjar arthouse filmar.

Sýndu filmarnir síggjast undir "tiltøk".

Mikudagin 2. septembur byrja vit aftur við No Rest for the Wicked. Vit hava kunngjørt hvørjar seks filmar vit visa í heyst, og at vit seinni í vetur vísa Digger, The Social Reckoning, Pigedyr og Cannes vinnararnar Fjord, Minotaur og Fatherland.

Summarið er ein tíð at steðga á, og hyggja aftureftir og frameftir.

Hvat halda tit, sum ganga í Filmsfelagið mikukvøld í Havnar Bio um úrvalið? Hvør filmur var bestur, higartil í ár? Hava tit uppskot upp filmar, at sýna í heyst og í vetur?

Afturlítandi hava vit savnað eitt úrval av heilt gomlum plakatum, sum vit sendu í posti til limir í Filmsfelagnum í fýrsunum og hálvfemsunum.

Í dag er virksemið annarleiðis, tí sýningarnar, sum altíð eru kurateraðar av Filmsfelagnum, eru almennar og krevja ikki limaskap.

Hinvegin eru allar sýningar í Havnar Bio, sum er einasti og seinasti biografur í landinum.

Fyrr sýndu vit eisini í Leikhús Bio, Norðurlandahúsinum og í Samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum og einaferð eisini í Útvarpshøllini.

Tann veruleika, at vit bara hava ein biograf eftir í landinum, hava vit sum áhugafelag valt at hjúkla um.

Vit halda, at meir enn nakrantíð, eigur okkara fremsta mentapolitiska virksemi at verða ein medvirkan í at framtíðartryggja einasta og seinasta upplivingarrúm at sýna film í. Tað ætla vit at taka upp í heyst saman við áhugapørtum.

Men aftur til dagsins spurning: Hvør filmur var bestur, higartil í ár? Og hava tit uppskot upp filmar at sýna í heyst og í vetur?

Gevið tykkara boð her niðanfyri :-)

Við filmskvøðu um eitt gott summar.

- Filmsfelagið -

Fyrsti stjórin í Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner, andaðist fríggjadagin 26. juni, 66 ára gomul. Tina og maðurin Jonas k...
28/06/2026

Fyrsti stjórin í Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner, andaðist fríggjadagin 26. juni, 66 ára gomul.

Tina og maðurin Jonas komu ofta í Filmsfelagið. Tá Tina hevði vitjan av donskum leikstjórum, so sum Charlotte Sieling, ið gjørdi "Margrete den første", Boris Benjamin Bertram og Henrik Bohn Ipsen, ið gjørdu "Krigsfotografen" og leikaranum Jesper Christensen, sum spældi við í "Før frosten", fekk hon beinanvegin samstarv við Filmsfelagið, so hesir filmar vórðu vístir fyri fullum sali í biografinum.

Tina var donsk, og hevði í mong ár staðið á odda fyri eftirútbúgvingini á Den Danske Filmskole, har hon starvaðist í 25 ár. Har skipaði hon fyri skeiðum, seminarum og workshops fyri donskum og norðurlendskum filmsfólkum.

Tá hon hin 1. mars í 2018 byrjaði í starvinum sum fyrsti stjóri í Filmshúsinum, bjóðaði hon eisini Filmsfelagnum við, og segði, at hon vildi seta Føroyar á heimskortið sum filmsland. Hvørki meir ella minni.

- Tað er ein frámíhjárættur, at eg sleppi at vera við í tilgongdini at byggja Filmshúsið upp, at seta Føroyar á kortið sum filmsland, umframt at skapa synergi á einum høgum fakligum støði. Eg fari at arbeiða fyri at skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið og samstundis útvikla tað heilt unga og evnagóða ættarliðið, so Føroyar kunnu fáa sína egnu fjølmiðlaumferð, ið kann gerast ein natúrligur partur av tilvitanini hjá føroyingum. Tað er ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir, segði Tina í Dali Wagner, tá hon tók við starvinum sum fyrsti stjóri í Filmshúsinum.

Flestu við áhuga fyri filmi varnaðust millumnavnið í Dali. Tað er frá manninum, Jonas í Dali Wagner, sum er av føroysku ættini í Dali. Innan tey fóru úr Føroyum, fekk hann, sum eisini fæst við film, skrivar handrit, teknar og klippur, Ársins Andøvsfisk í 2023 frá Filmsfelagnum.

Jarðarferðin verður úr Holmens Kirke fríggjadagin 3. juli klokkan 11.

Ærað verið minnið um Tinu í Dali Wagner.

- Filmsfelagið -

Kringvarpið um heystskránna í Filmsfelagnum, sum byrjar við "No Rest for the Wicked" mikudagin 2. septembur. Kom við!
22/06/2026

Kringvarpið um heystskránna í Filmsfelagnum, sum byrjar við "No Rest for the Wicked" mikudagin 2. septembur. Kom við!

Vitjunartalið í Havnar Bio var ofta null mikukvøld, tá Havnar Bio bjóðaði Filmsfelagnum at velja filmar til hetta kvøldið. Nú er ofta fullsett, sigur formaðurin í felagnum

2/9 kl 20:00 No Rest for the Wicked (Kasper Kalle Danmark Føroyar Ísland 2026 103 min)Fyrsti filmur í heystskránni hjá F...
22/06/2026

2/9 kl 20:00 No Rest for the Wicked (Kasper Kalle Danmark Føroyar Ísland 2026 103 min)

Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er "No Rest for the Wicked". Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina. Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum. Eiler var talsmaður í LGBT+ Føroyum, sum í 2014 gav út týsku søguna "Manor" í føroyskari týðing hjá Hanusi Kamban.

Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið.

Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Hin fremmandi er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou Asbæk), sum vekir nakað í føroyska Balduri. Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum. Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðast til deyðan - og enn longur.

"No Rest For the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrsti var "Christian IV - Kongens sidste rejse" (2018).

Leikarar eru Egor Venned, Pilou Asbæk, Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim.

Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth.

Charades í París stendur fyri altjóða søluni.

Adresse

Tinghúsvegur 6
Tórshavn
FO-100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 14:00 - 20:00
Tirsdag 14:00 - 20:00
Onsdag 14:00 - 20:00
Torsdag 14:00 - 20:00
Fredag 14:00 - 20:00
Lørdag 14:00 - 20:00
Søndag 14:00 - 20:00

Telefon

+298311956

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Filmsfelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del

Type