Felagið Føroysk Marknaðarfólk

Felagið Føroysk Marknaðarfólk Felagum Føroysk Marknaðarfólk er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring og líknandi virksemi í Føroyum. Konto nr. 9181 6184113

Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring og líknandi virksemi í Føroyum, virkaði frá 2013 fram til 2019, men varð so endurstovnað í 2026. Talan er um eitt forum, har fólk innan vinnugreinina kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og vinna sær íblástur.

Skrá fyri limatiltøkum - 2026/2027 📅EVNI: MARKNAÐARFØRING AV VALSTRÍÐUNUM 🗳️Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við markna...
29/05/2026

Skrá fyri limatiltøkum - 2026/2027 📅

EVNI: MARKNAÐARFØRING AV VALSTRÍÐUNUM 🗳️

Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við marknaðarføringini og samskiftinum í valstríðnum? Fýra lykilfólk úr valstríðnum fara at viðgera marknaðarføringsarbeiðið handan politiska pallin í Føroyum.

Dato: mikudag, 27. mai 2026, kl. 14.00 / Vertur: Vinnuhúsið

EVNI: VITLÍKI OG MARKNAÐARFØRING 🤖

Hvør er framtíðin hjá vinnuni við vitlíki? Er tað ein hóttan ella møguleiki hjá ráðgevum, grafikarum, teksthøvundum, myndafólkum, videofólkum og øðrum skapandi fólkum?

Dato: týsdag, 20. oktober 2026, kl. 13.30 / Vertur: KG Hotel

EVNI: FØROYSK MARKNAÐARFØRING: 2016 VS 2026 + FIMMARI 🥂

Hví síggja vit so fá stór lýsingarátøk í dag í mun til fyri 10 árum síðani? Er ikki longur tørvur á kreativiteti í lýsingum? Er dagsins miðlalandslag nøktandi? Og annað hóskandi kjak.

Dato: Fríggjadag, 13. november 2026, kl. 16.00 / Vertur: Norrøna

EVNI: ÁRSVEITSLA OG VIRÐISLØNARHANDAN 🏆

Dato: Fríggjadag, 15. januar 2027, kl. 19.00 / Vertur: Verður kunngjørt seinni

EVNI: META OG ALGORITMURNAR 💻

Vitjan av serfrøðingi í Meta og algoritmunum teirra. Skipað verður væntandi eisini fyri workshop um evnið.

Dato: Hósdag, 8. apríl 2027, kl. 14.00 / Vertur: Verður kunngjørt seinni

EVNI: ÁRSAÐALFUNDUR + UTTANDURALÝSINGAR 📣

Stuttur aðalfundur og so framløgur frá Landsverk og kommunum um hvat er loyvt og ikki viðvíkjandi uttanduralýsingum.

Dato: Hósdag, 27. mai 2027 / Vertur: Verður kunngjørt seinni

28/05/2026

Takk fyri eitt frálíkt limatiltak í gjár 🙌🏻

Í gjár varð fyrsta tiltakið fyri limir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk í Vinnuhúsinum. Fyrsta evnið var eitt sofaprát u...
28/05/2026

Í gjár varð fyrsta tiltakið fyri limir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk í Vinnuhúsinum. Fyrsta evnið var eitt sofaprát um marknaðarføringina av farna løgtings- og fólkatingsvalinum.

Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við marknaðarføringini og samskiftinum í valstríðnum? Hvat skuldi til fyri at vinna føroysku veljararnar? Fýra lykilfólk úr valstríðnum viðgjørdu marknaðarføringsarbeiðið handan politiska pallin í Føroyum.

Tey luttakandi í sofaprátinum vóru Rebekka Manuela Behrens, floksskrivari í Fólkaflokkinum, Rókur Jákupsson Jakobsen, stjóri í Virka og ráðgevi fyri Javnaðarflokkin, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum og ráðgevi fyri Tjóðveldi og Jógvan Jallur Í Dímun, floksskrivari í Sambandsflokkinum.

Eiler Fagraklett, formaður í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, leiddi sofaprátið.

Aftaná var møguleiki at netverka og njóta te/kaffi og brellbitar frá Omaná

Fólk við áhuga í marknaðarføring kunnu framvegis gerast limir í felagnum við at gjalda 1.000 kr. pr. persón um árið á konto nr. 9181 6184113 ella við at skriva til [email protected] og biðja um rokning og upplýsa hvønn rokningin skal stílast til.

Felagið Føroysk Marknaðarfólk er eitt forum, har fólk í vinnugreinini kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og ...
28/05/2026

Felagið Føroysk Marknaðarfólk er eitt forum, har fólk í vinnugreinini kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og vinna sær íblástur.

Felagið føroysk marknaðarfólk er endurstovnað, tí vitlíki er stór hóttan móti hesi vinnuni

LIMATILTAK: FÓLKINI HANDAN VALSTRÍÐINI HITTAST TIL SOFAPRÁT Í VINNUHÚSINUM 🗳️Mikudagin 27. mai, kl. 14.00 verður fyrsta ...
22/05/2026

LIMATILTAK: FÓLKINI HANDAN VALSTRÍÐINI HITTAST TIL SOFAPRÁT Í VINNUHÚSINUM 🗳️

Mikudagin 27. mai, kl. 14.00 verður fyrsta tiltakið fyri limir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk í Vinnuhúsinum. Eftir eina stutta kunning og innleiðing um endurstovnaða felagið og skránna fyri restina av árinum, verður sofaprát um marknaðarføringina av farna løgtings- og fólkatingsvalinum.

Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við marknaðarføringini og samskiftinum í valstríðnum? Hvat skuldi til fyri at vinna føroysku veljararnar? Fýra lykilfólk úr valstríðnum fara at viðgera marknaðarføringsarbeiðið handan politiska pallin í Føroyum.

Tey luttakandi í sofaprátinum verða Rebekka Manuela Behrens, floksskrivari í Fólkaflokkinum, Rókur Jákupsson Jakobsen, stjóri í Virka og ráðgevi fyri Javnaðarflokkin, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum og ráðgevi fyri Tjóðveldi og Jógvan Jallur Í Dímun, floksskrivari í Sambandsflokkinum.

Hesi fýra vóru við til at standa á odda fyri valstríðnum, sum fýra teir størstu flokkarnir førdu til løgtings- og fólkatingsvalið í mars í ár. Hesi fýra sita inni við hollari vitan og royndum um hvussu man nýtur marknaðarføring, samskifti, miðlar og PR til at føra munagóð valstríð - hesaferð eins væl og til undanfarin val.

Við hesum softaprátinum fáa limir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk nærri innliti í, hvat skal til fyri at føra eitt politiskt valstríð, ið skapar nøktandi úrslit fyri flokkarnar og teirra valevni.

Eiler Fagraklett, formaður í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, leiðir sofaprátið.

Aftaná verður møguleiki at netverka og njóta te/kaffi og brellbitar frá Omaná.

Tiltakið er einans ætlað limum í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk. Fólk við áhuga í marknaðarføring kunnu gerast limir við at gjalda 1.000 kr. pr. persón um árið á konto nr. 9181 6184113 ella við at skriva til [email protected] og biðja um rokning og upplýsa hvønn rokningin skal stílast til.

Sum limur fært tú atgongd til øll tiltøk, sum Felagið Føroysk Marknaðarfólk skipar fyri. Fyrsta tiltakið verður 27. mai ...
19/05/2026

Sum limur fært tú atgongd til øll tiltøk, sum Felagið Føroysk Marknaðarfólk skipar fyri. Fyrsta tiltakið verður 27. mai 2026 í Vinnuhúsinum, har evnið er marknaðarføringin av farna løgtings- og fólkatingsvalinum.

Tú verður limir við at gjalda 1.000 kr. per persón um árið á konto nr. 9181 6184113 ella við at skriva til [email protected] og biðja um rokning og upplýsa hvønn rokningin skal stílast til.

Melda teg sum lim í dag - og verð ein partur av einum netverki, har fólk innan marknaðarføring savnast, kjakast, vitanardeila og vinna sær íblástur og vitan.

FELAGIÐ FØROYSK MARKNAÐARFÓLK ENDURSTOVNAÐFelagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan m...
06/05/2026

FELAGIÐ FØROYSK MARKNAÐARFÓLK ENDURSTOVNAÐ

Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, er nú endurstovnað. Felagið virkaði frá 2013 fram til 2019, tá virksemið steðgaði, men nú er felagið endurstovnað. Talan er um eitt forum, har fólk innan vinnugreinina kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og vinna sær íblástur.

VITANARDEILING OG NETVERK
Umleið fýra ferðir um árið fer felagið at skipa fyri tiltøkum fyri limum við føroyskum case stories, serfrøðingum og kjaktorgi. Møguleiki er eisini at skipa fyri felagsferðum til altjóða marknaðarføringsmessur og -ráðstevnur. Við ársskiftið verður somuleiðis skipað fyri ársveitslu og virðislønarhandan.

FYRSTA TILTAKIÐ Í VINNUHÚSINUM
Fyrsta limatiltakið verður mikudagin 27. mai, kl. 14.00 í Vinnuhúsinum. Fyrsta evnið verður eitt sofaprát um marknaðarføringina av farna løgtings- og fólkatingsvalinum. Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við marknaðarføringini og samskiftinum í valstríðnum? Ráðgevar, ið vóru við at stýra valstríðini fyri teir størstu flokkarnar fara at at luttaka og tosa nærri um evnið. Onnur komandi limatiltøk verða kunngjørd seinni.

HVAT ER EITT MARKNAÐARFÓLK?
Øll marknaðarfólk kunnu gerast limir í felagnum. Marknaðarfólk er eitt felagsheiti fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, ráðgevar, samskiftisfólk, grafikarar, samskiparar, SoMe-fólk og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrar veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.

LIMASKAPUR
Limaskapur í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk verður teknaður við at gjalda limagjald á 1.000 kr um árið per persón. Limagjaldið gevur atgongd til øll tiltøk, ið Felagið Føroysk Marknaðarfólk skipar fyri. Nýggir limir kunnu melda seg sum lim í endurstovnaða felagnum við at skriva til: [email protected].

NÝGGJ NEVND SETT
Á stovnandi aðalfundinum, 4. mai 2026, varð nevnd vald. Tey valdu vóru: Ann Krista í Dali (marknaðarleiðari hjá Gist & Vist), Eiler Fagraklett (marknaðarleiðari hjá Poul Hansen), Henny á Líknargøtu (Travel Director hjá Smyril Line), Levi Hanssen (brand- og marknaðarleiðari hjá Hiddenfjord) og Lív Sørensen (marknaðarráðgevi hjá Betri Trygging). Nevndin hevur skipað seg við Eileri Fagraklett sum formanni og Henny á Líknargøtu sum kassameistara.

(Á myndini síggjast f.v. Henny á Líknargøtu, Eiler Fagraklett, Levi Hanssen, Lív Sørensen og Ann Krista í Dali)

ENDURSTOVNANDI AÐALFUNDUR4. mai 2026, kl. 10.00 verður kallað inn til endurstovandi aðalfund fyri Felagið Føroysk Markna...
17/04/2026

ENDURSTOVNANDI AÐALFUNDUR

4. mai 2026, kl. 10.00 verður kallað inn til endurstovandi aðalfund fyri Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring o.l. í Føroyum.

Aðalfundurin verður Yviri við Strond 1.

Felagið virkaði upprunaliga frá 2013 fram til 2019, tá virksemið steðgaði, men nú er ætlanin at endurstovna felagið. Talan er um eitt forum, har fólk innan vinnugreinina kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og vinna sær íblástur.

Meira kunning um endurstovnaða felagið og limaskap í felagnum verður kunngjørt eftir aðalfundin.

Adresse

Tvørgøta 13
Tórshavn
FO100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 16:00
Tirsdag 09:00 - 16:00
Onsdag 09:00 - 16:00
Torsdag 09:00 - 16:00
Fredag 09:00 - 16:00

Telefon

00298 222885

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Felagið Føroysk Marknaðarfólk sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Felagið Føroysk Marknaðarfólk:

Genveje

Del