Føroyaprent

Føroyaprent Grafisk uppseting, framkomin prentsmiðja, bókbindarí, stórprent, skelti, bannarar, foliuprent og Vælkomin á Føroyaprent
(1)

Føroyaprent er ein framkomin prentsmiðja við tíðarhóskandi útgerð innan prepress, digitalprent, arkprent, bókbinding, skelti og stórprent. Vit meta prentsmiðjuna sum okkara kjarnuvirksemi og vit arbeiða hart fyri at vera í meistaradeildini innan prent í Evropa. Okkara fremsta mál er at tryggja føroyingum føroyskt framleiddar prentlutir og at áhaldandi menna okkum sum fyritøka og arbeiðspláss. Umfr

amt prentsmiðjuna fevnir virksemið á Føroyaprent eisini um skelti, bannarar, plakatir í stórum støddum og deko til vindeygu og bilar. Við okkara dugnaligu grafikarum átaka vit okkum uppgávur heilt frá hugskoti til lidnu vøruna, og vit prenta eisini fegin fyri teg, sum sendir okkum eina prentklára fílu.

Á Føroyaprent arbeiða knapt 30 sera dugnalig starvsfólk, sum gera alt … og eitt sindur afturat … fyri at tú skalt vera nøgd/ur við okkara vørur og tænastur.

03/03/2026

VALTILFARIÐ FÆRT TÚ Á FØROYAPRENT ☑️

Fríggjadagin varð valdysturin til Løgtingsvalið 2026 skotin í gongd og fyrsta valtilfarið prentað. 🌱
Enn er góð tíð til valstríðið, men um tú ætlar tær at síggjast í fjøldini, viðmæla vit tær at seta teg í samband við okkum sum skjótast. 🗳️

Tú kanst bíleggja valplakatir, visitkort, bannarar, floglepar, klistrimerki og mangt annað við stuttari veitingarfreist - púra ómakaleyst. ✨

Ring á 314555 ella send okkum ein teldupost á [email protected] og vit hjálpa tær fegin. ☎📫

Vel rætt – Vel Føroyaprent

FØROYSKT PRENTAÐAR BØKUR TILNEVNDAR TIL ÁRSINS LESARAVIRÐISLØNNú er Lesaravirðislønin aftur á skránni. Vit á Føroyaprent...
05/02/2026

FØROYSKT PRENTAÐAR BØKUR TILNEVNDAR TIL ÁRSINS LESARAVIRÐISLØN

Nú er Lesaravirðislønin aftur á skránni. Vit á Føroyaprent fegnast um at hava havt allar bøkurnar um hendi, og at tær allar eru prentaðar í Føroyum.

Bøkurnar eru:
Marta Marta eftir Marjuni Syderbø Kjelnæs. Forlagið Ungu Føroyar. Umbróting og prent Føroyaprent

Svørt Orkide eftir Vónbjørt Vang. Forlagið Eksil. Umbróting Kirstin Helgadóttir. Prent Føroyprent

Altartalvan eftir Jógvani Isaksen. Forlagið Marselius. Umbróting og prent Føroyaprent

Vit ynskja øllum teimum tilnevndu hjartaliga tillukku og takka fyri gott samstarv.

20/01/2026

Dekorering av Luux 🍒

GLEÐILIG JÓL 🎄 🎁Føroyaprent er farið í jólaferiu. Opið er aftur týsmorgunin 6. januar kl. 8.00. Hevur tú neyðsynjarboð, ...
19/12/2025

GLEÐILIG JÓL 🎄 🎁

Føroyaprent er farið í jólaferiu. Opið er aftur týsmorgunin 6. januar kl. 8.00.
Hevur tú neyðsynjarboð, kanst tú ringja 594929 ella 594559. Vit lesa eisini [email protected] hvønn dag.

Hevur tú brúk fyri gravsálmum, so ber til at bíleggja teir á [email protected].

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól. 🎅🏼

18/12/2025

Í dag renna vit skjótt fyri at avgreiða síðstu ordrarnar, so vit kunnu seta ferðina niður, nú vit fara í jólafrí í morgin. 🎄

Nógv er komið av skafti síðstu tíðina og vit eru vís í, at aftur í ár eru tað eini góð bókajól. 📚🎅🏼

FØROYAPRENT KALENDARIN FYRI 2026 ER NÚ TØKUR 🗓️Endiliga kanst tú fara í holt við at planleggja tað komandi árið. Hvørt á...
07/11/2025

FØROYAPRENT KALENDARIN FYRI 2026 ER NÚ TØKUR 🗓️

Endiliga kanst tú fara í holt við at planleggja tað komandi árið.
Hvørt ár framleiða vit Føroyaprent kalendarar í A4 og A3 stødd, ið tú kanst fáa – púrasta ókeypis! ✨

Kom á gátt og fá tær eitt ella fleiri eintøk!

Enn ein heiðursløn til Dropar 👏🏻👏🏻
22/10/2025

Enn ein heiðursløn til Dropar 👏🏻👏🏻

Hjartaliga tillukku Vónbjørt Vang við Bókmentavirðisløn Norðurlandarásins! 💐Í gjár var almannakunngjørt at Vónbjørt Vang...
22/10/2025

Hjartaliga tillukku Vónbjørt Vang við Bókmentavirðisløn Norðurlandarásins! 💐

Í gjár var almannakunngjørt at Vónbjørt Vang vann Bókmentavirðisløn Norðurlandarásins fyri yrkingasavnið, Svørt Orkidé.

Vit ynskja Vónbjørt hjartaliga tillukku við stóru og væluppibornu virðislønini. Somuleiðis ynskja vit hjartaliga tillukku til Forlagið Eksil við Kim Simonsen, ið hevur útgivið yrkingasavnið.
Vit eru errin og fegin um at hava prentað savnið.

Dómsnevndin segði soleiðis um verkið:
"Verkið hevur eitt sterkt visuelt úttrykk, og arbeiðir við bæði týdningum og tilfari í fleiri løgum. Síðurnar eru prýddar við kollagum, ið rithøvundurin sjálv hevur skapað burtur úr samanklippum av tekstum og myndum úr øðrum verkum. Hendan nýtslan av brotum og visuellum luteindum undirstrikar spjaðingina og leitanina í upplivingum mammunar - hennara roynd at finna orð fyri tí ósigiliga."

Forlagið Eksil

Plakatir og klisturmerkir av Palla Halaleysa 😻
08/10/2025

Plakatir og klisturmerkir av Palla Halaleysa 😻

Enn einaferð hava vit prentað og innbundið á miðjari nátt, so at “Uppskot til Løgtingsfíggjarlóg 2026” kundi leggjast fr...
30/09/2025

Enn einaferð hava vit prentað og innbundið á miðjari nátt, so at “Uppskot til Løgtingsfíggjarlóg 2026” kundi leggjast fram í morgun. 🌙

Adresse

Hoyvíksvegur 59
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 16:00
Tirsdag 09:00 - 16:00
Onsdag 09:00 - 16:00
Torsdag 09:00 - 16:00
Fredag 09:00 - 16:00

Telefon

314555

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Føroyaprent sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del