22/08/2026
Vit byrja aftur á Dramaverkstaðnum 10. september.
Allir bólkarnir venja hósdag
Tey yngstu, frá 9 árum: 14.30-15.50
Miðlingarnir, um 11-12 ár: 16.00-17.50
Tey ungu, umleið 13 ár og eldri: 18.10-20.00
Aldurin er vegleiðandi, alt eftir hvussu nógvir næmingar eru úr hvørjum aldursbólki.
Barbara Hentze í Stórustovu og Birna Heinesen hava bólkarnar.
Um tú fært boðið pláss á Dramaverkstaðnum, fært tú t-post við kunning um upphædd og gjaldstreytir. Fyri at byrja á Dramaverkstaðnum, skal inngjaldið vera skrásett áðrenn fyrsta frálærutíma.