Tjóðpallur Føroya

Tjóðpallur Føroya Keyp atgongumerki á:
tjodpallur.fo/keyp-atgongumerki

Tjóðpallur Føroya
Den Færøske Nationalscene
National Theater of the Faroe Island

Tjóðpallur Føroya hevur júst verið á Valmiera Theatre Festival í Lettlandi við sýningini Holið. 🎭Vit spældu tríggjar úts...
10/08/2026

Tjóðpallur Føroya hevur júst verið á Valmiera Theatre Festival í Lettlandi við sýningini Holið. 🎭

Vit spældu tríggjar útseldar sýningar um vikuskiftið og fingu sera góðar afturmeldingar frá áskoðarunum.
Vit eru sera takksom fyri ferðastuðulin frá Nordisk Kulturkontakt, sum gjørdi ferðina møguliga.

Hjartans tøkk til Reinis Suhanovs fyri at skipa fyri, og til øll í framleiðsluni fyri væl gjøgnumførdar sýningar.
Vit eru errin av at kunna bera føroyska palllist út um landoddarnar og gleða okkum til fleiri spennandi upplivingar.🙌

10/07/2026

Hjartans tøkk fyri eitt fantastiskt leikár 2025/26, har vit saman hava upplivað alt frá Gerandislagnum úr triðja ríkinum og Øskufíu til Skeivur og Holið. Stórar upplivingar og fleiri nýggir gávuríkir leikarar á pallinum.🎭

Tað hevur verið ein upplivng at sprengja karmarnar, fara í býin og ferðast kring landið við okkara leikum. Nú hvíla vit okkum eina løtu og gleða okkum ótrúliga nógv til at lata dyrnar upp aftur í heyst til nýggjar upplivingar á Tjóðpallinum.

Vit vilja takka tykkum øllum fyri trúfesti, stuðul og áhuga. Eisini ein stór tøkk til allar leikarar, leikstjórar, listafólk, tøknifólk og freelance-fólk, sum hava gjørt hetta leikárið til nakað heilt serstakt.

Vit gleða okkum til komandi leikár á Tjóðpallinum

Vit vóru herfyri á granskingarferð í Grønlandi í sambandi við okkara nýggjastu verkætlan um ríkisfelagsskapin. 🇬🇱Hetta e...
10/07/2026

Vit vóru herfyri á granskingarferð í Grønlandi í sambandi við okkara nýggjastu verkætlan um ríkisfelagsskapin. 🇬🇱

Hetta er ein samstarvsverkætlan millum Tjóðpall Føroya, Grønlands Nationalteater, Nunatta Isiginnaartitsisarfia og Fix+Foxy úr Danmark.

Túsund takk til Vivi fyri góða móttøku og væl fyriskipaða skrá, og takk til øll tey fantastisku fólkini, vit hittu.

Vit gleða okkum til eitt spennandi samstarv!

Vit leita eftir kreativum og viðskapandi sjónleikarum í Føroyum, sum hava hug at menna og luttaka í einum sjónleiki um r...
08/07/2026

Vit leita eftir kreativum og viðskapandi sjónleikarum í Føroyum, sum hava hug at menna og luttaka í einum sjónleiki um ríkisfelagsskapin, skaptur av einum bólki av listafólkum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark. 🎭

Vit hava upptøkuroyndir 12. og 13. august í tíðarskeiðinum kl. 10–16 og bjóða øllum professionellum pallistafólkum at søkja. 🙌

Eingin fyrireiking krevst, men tilmelding skal fara fram í seinasta lagi 3. august

Sí leinkju í viðmerkingunum👇

Vit leita eftir kreativum og viðskapandi sjónleikarum í Føroyum, sum hava hug at menna og luttaka í einum sjónleiki um ríkisfelagsskapin, skaptur av einum bólki av listafólkum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark.Vit hava upptøkuroyndir 12. og 13. august í tíðarskeiðinum kl. 10–16 og ...

🎭 OPEN CALL: DramaTest Residency: Unheard Voices Hevur tú hug at skriva nýggjan føroyskan leikskaldskap? Tjóðpallur Føro...
03/07/2026

🎭 OPEN CALL: DramaTest Residency: Unheard Voices

Hevur tú hug at skriva nýggjan føroyskan leikskaldskap?
Tjóðpallur Føroya leitar eftir nýggjum røddum til eina menningartilgongd innan føroyskan leikskaldskap. Vit leita eftir fólki við góðum hugskotum, forvitni og vilja at menna søgur til pall.
Hevur tú eina persónliga søgu, eitt listarligt eksperiment ella ein samfelagsligan spurdóm, ið tú kundi hugsað tær at kanna nærri á pallinum, so mást tú lesa hetta.

📸 Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Hevur tú hug at skriva nýggjan føroyskan leikskaldskap? Tjóðpallur Føroya leitar eftir nýggjum røddum til eina menningartilgongd innan føroyskan leikskaldskap. Vit leita eftir fólki við góðum hugskotum, forvitni og vilja at menna søgur til pall. Hevur tú eina persónliga søgu, eitt l...

Vælkomin til upptøkuroynd til Tjóðpallur Ung! 🎭Ert tú millum 16 og 25 ár? Droymir tú um at gerast sjónleikari ella leiks...
09/06/2026

Vælkomin til upptøkuroynd til Tjóðpallur Ung! 🎭

Ert tú millum 16 og 25 ár? Droymir tú um at gerast sjónleikari ella leikstjóri? Vit fara nú undir eina nýggja og spennandi verkætlan, kallað Tjóðpallur Ung, og leita tí eftir júst tær. 🫵

Hvat er Tjóðpallur Ung?
Tjóðpallur Ung er ein fyrireikandi leiklistaskúli fyri tey, sum ynskja at fáast við sjónleik og leikstjórn, har tú fert at fáa undirvísing og vegleiðing frá professionellum sjónleikarum, undirvísarum og leikstjórum.
Hetta er ein royndarverkætlan, sum í fyrstu atløgu fer at vera frá september til desember 2026.
Undirvísingin fer fram um kvøldarnar og viðhvørt eisini í vikuskiftunum.
Tær nýtist ikki at hava nakra undanvitan fyri at søkja, men tað er týdningarmikið, at tú hevur áhuga í sjónleiki, ert motiverað/ur at læra nógv nýtt, og hevur tíð og hug at raðfesta hetta. Skeiðið er ókeypis.

Upptøkuroynd
Ert tú áhugað/ur? Send ein teldupost til [email protected], har tú skrivar eitt sindur um teg sjálva/n og tínar royndir við sjónleiki ella leikstjórnan og sendir okkum eina mynd saman við skrivinum. Umsóknarfreistin er hósdagin 25. juni.

Upptøkuroyndir verða um miðjan august í ár.

Vit gleða okkum at síggja tykkum
Vit á Tjóðpallinum

📸 Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Ert tú millum 16 og 25 ár? Droymir tú um at gerast sjónleikari ella leikstjóri? Vit fara nú undir eina nýggja og spennandi verkætlan, kallað Tjóðpallur Ung, og leita tí eftir júst tær.Hvat er Tjóðpallur Ung?Tjóðpallur Ung er ein fyrireikandi leiklistaskúli fyri tey, sum ynskja at ...

Vit fegnast um, at so nógv leitaðu sær inn í hugnaligu stovurnar hjá Gamla Bókhandli á mentanarnáttini, har brot úr nýsk...
08/06/2026

Vit fegnast um, at so nógv leitaðu sær inn í hugnaligu stovurnar hjá Gamla Bókhandli á mentanarnáttini, har brot úr nýskrivaðu føroysku leikritunum Bønhús eftir Marjuna S.Kjelnæs og Eg minnist knívin eftir Ask Skaalum vórðu lisin upp📚💜
Takk til dugnaligu sjónleikarar okkara Hans Tórgarð, Súsonnu Tórgarð, Kjartan Hansen og Sofíu Nolsøe🎭❤️
Somuleiðis vilja vit takka rithøvundunum og tykkum, ið lýddu á🤍

Brellbitar úr nýskrivaðum føroyskum leikritum í hugnaligu stovuni í Gamla BókhandliRoyndir og kendir føroyskir sjónleika...
02/06/2026

Brellbitar úr nýskrivaðum føroyskum leikritum í hugnaligu stovuni í Gamla Bókhandli
Royndir og kendir føroyskir sjónleikarar lesa upp úr nýskrivaðu leikritunum Bønhús eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs og Eg minnist knívin eftir Ask Skaalum.

Tiltakið er frá kl. 19-20 og tað er avmarkað pláss

18/05/2026

Tjóðpallur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, skipaðum og framsøknum samskipara, sum trívist við ábyrgd, samstarvi og fjølbroyttum uppgávum. Hetta er eitt starv til tín, sum bæði hevur yvirlit og dirvi at menna.

Adresse

Tórsgøta 9
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 16:00
Tirsdag 10:00 - 16:00
Onsdag 10:00 - 16:00
Torsdag 10:00 - 16:00
Fredag 10:00 - 16:00

Telefon

+298318617

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Tjóðpallur Føroya sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Tjóðpallur Føroya:

Genveje

Del