18/12/2025
Gorilla Undirgrundin bjóðar tær til Gorilla Sound “Jólabass”, í gomlu GEISA hølinum. Tað vera: 2 ógloymandi kvøld, 6 diskarar, og 10 tímar av Pumpandi elektroniskum tónleiki.
Fyri at tryggja tær atgongd, kann tú keypa atgongumerki á atgongumerki.fo.
18 ára aldursmark!
Skráin:
26.12.25
Dagmar
Helgi
Mariszow
27.12.25
HNTZ
Karason
IR.DN.A
Tá Dagmar er aftanfyri pultin, so veist tú, at tú ert í góðum hondum. Hon spælir pumpandi tónar og pulserandi rytmur, sum fara beint inná bein! Dagmar kann taka teg allar vegir, men hetta kvøldið, fer hon ikki at spilla tíðina. Vegurin gongur út á dansigólvið, tí jólafeittið skal dansast vekk.
Helgi er tvørlistafólk og DJ úr Tórshavn, ið arbeiðir tvørtur um tónleik, ljóð og myndlist. Hansara tónlistarligi stílur sameinir house, teknó, disko, eksperimenterandi og alternativan popp. Listarliga viðger hann evni á ein álvarsaman, men tó komiskan hátt, ið gevur verkunum ein serstakan dám. Helgi er serliga kendur fyri síni ljóðlistaverk og DJ-framførslur, og hevur gjørt tónleik í nógv ár, hóast tað mesta enn ikki er útgivið. “Teknó eigur lívið í mær” er fyrsta útgávan í seks ár, og er hetta fyrstu ferð, at hann gevur út á Tutl.
https://soundcloud.com/helgimusic
Mariszow er ein vaksandi profilur í DJ umhvørvinum í Keypmannahavn, og er kend fyri síni djúpu og melodisku DJ sett. Mariszow hevur ein lívslangan kærleika til elektroniskan tónleik og sound journeys. Hon ynskir at skapa ein innlivandi hugaheim við hypnotiskum rytmum og melodiskum techno. Aftanfyri plátuspælararnar er hon nærverandi og full av orku, og hon dregur fjøldina við sær. Ein framførsla hjá Mariszow er nakað, tú mást uppliva.
https://soundcloud.com/mariszow
HNTZ hevur spælt til fleiri elektronisk tiltøk her heima, og vit minnast enn hansara sjúka DJ-sett 2. Jólakvøld í fjør. Stýlurin hjá HNTZ kann lýsast sum: djúpur, pumpandi, tungt groovy og rullandi basslines, við einari myrkari og hypnotiskari vibe.
HNTZ hevur útgivið fleiri EP’ir og remiks á ymiskum labels kring knøttin, har fleiri av útgávunum hava ligið á top 100 listum á Beatport.
https://soundcloud.com/jaspur-hentze
KARASON hevur fleiri ára royndir aftanfyri pultin og sermerkir seg í house, deep og groovy techno. Tú kanst vænta hypnotiskar basslinjur, drívandi orku og sett, sum halda dansigólvið læst í groovinum við denti á rytmu og momentum. Karason fer at deila pultin saman við IR.DN.A hetta kvøldið.
https://soundcloud.com/atlascph