Tórsfest

Tórsfest Ársins konsertdagur 24.07.2026 Tórsfest verður í ár 22. juli 2023 í Vágsbotni og er frá 16-03 við fleiri útlendskum og føroyskum bólkum.

Atgongumerki kunnu keypast á www.ebillett.fo – Børn undir 12 ár eru ókeypis

27/07/2026

TAKK FYRI Í ÁR! ❤️

Tórsfest 2026 er nú farið afturum, og vit sita eftir við eini fantastiskari kenslu. Hjartans tøkk til øll tykkum, sum vóru við og gjørdu dagin og náttina til nakað heilt serligt. 🥳

Takk til allar tónleikararnar fyri framúr framførslurnar.

Takk til allar okkara stuðlar, vaktar og hjálparfólk, samarittar, ljóð- og ljósfólk, Tórshavnar Kommunu, myndugleikar, grannar og øll tykkum, sum á ein ella annan hátt vóru við til at gera Tórsfest 2026 til eitt ógloymandi kvøld. 🙏

Ein serlig tøkk skal eisini fara til øll tey, sum arbeiddu alla náttina við at rudda økið. Takk fyri tykkara megnar arbeiði, sum gjørdi, at alt longu var ruddað og koyrandi leygarmorgunin klokkan 10.00, soleiðis at handilslívið í miðbýnum kundi halda fram uttan órógv. Tað seta vit sera stóran prís upp á. 👏

Og ikki minst – hjartans tøkk til tykkum øllum, sum komu á Tórsfest! ❤️ Tit skaptu eina fantastiska stemning frá fyrsta til síðsta lag, og tað er júst tykkara stuðul og góði hýrur, sum ger Tórsfest til tað, festivalurin er í dag. Tit eru fantastisk! 🕺💃

Vit vóna av hjarta, at vit kunnu síggjast aftur leygardagin 24. juli 2027! 🤩 Fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd, og vit gleða okkum at bjóða tykkum til enn eina stóra veitslu í hjartanum av Havnini.

Enn einaferð – hjartans tøkk fyri eitt ótrúligt Tórsfest 2026. Vónandi síggjast vit aftur í 2027! 🥳❤️

❤️ Stóra tøkk til okkara høvuðsstuðlar:

Føroya Bjór • Betri Trygging • Burger King • Red Bull • Atlantic Airways • Hvonn • Føroya Tele 🙏

25/07/2026

🤩🤩 Takk fyri eitt fantastisk Tórsfest 🤩🤩

Kl. 10:00 var klár at fara til handils í morgun. 🫶🏼

📸📸
25/07/2026

📸📸

25/07/2026
25/07/2026

RSP🔥🔥

25/07/2026

jogvanb í perluni🕺🏼💃🏽

25/07/2026

Eyðun nolsøe🎤🎶

25/07/2026

Tað kókaði til Christopher! 🔥

Adresse

Vágsbotni
Tórshavn
0100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Tórsfest sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del

Type