LISA - Listafólkasamband Føroya

LISA - Listafólkasamband Føroya Council of Faroese artists

Nýggj starvsnevnd í LISAListafólkasamband Føroya (LISA) hevur fingið nýggja starvsnevnd. Á aðalfundi felagsins takkaðu A...
16/04/2026

Nýggj starvsnevnd í LISA

Listafólkasamband Føroya (LISA) hevur fingið nýggja starvsnevnd. Á aðalfundi felagsins takkaðu Arnbjørn Ó. Dalsgarð, forfólk, og Kristina Thede Johansen, næstforfólk, fyri seg, og nýggj starvsnevnd varð vald. LISA takkar teimum fyri teirra týðandi arbeiði fyri felagið.

Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Sunneva Háberg Eysturstein, forfólk
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, næstforfólk
Sunrid í Gong, starvsnevndarlimur

Nýggja starvsnevndin vísir á, at hon tekur við í eini tíð, har tað hevur alsamt størri týdning, at listin hevur eina sterka rødd. Tí fer LISA at arbeiða málrættað fyri at bøta um korini hjá listafólkum og seta eina greiða kós á mentanarpolitiska økið.
Nevndin fegnast eisini um, at nýggja samgonguskjalið raðfestir listina, og fer at fylgja arbeiðinum tætt.

Hevur tú eina spennandi listaverkætlan, sum tørvar fígging?Freistin at søkja stuðul úr stuðulsskipanini Listaflogi hjá A...
12/02/2026

Hevur tú eina spennandi listaverkætlan, sum tørvar fígging?
Freistin at søkja stuðul úr stuðulsskipanini Listaflogi hjá Atlantic Airways er 15. mars. Les meira her: https://bit.ly/listaflog_AA
Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, ið á hvørjum ári letur 125.000 kr. í stuðli til eitt ella fleiri listafólk ella verkætlanir.

Ætlar tú tær at søkja um stuðul frá Atlantic Airways til eitthvørt? Fá upplýsing um treytir, og hvussu tú kanst gera vm. her.

Nansý Sunadóttir, yrkjari, hevur fingið 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.Á hvørjum ári v...
08/02/2026

Nansý Sunadóttir, yrkjari, hevur fingið 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Á hvørjum ári verður gávugóðsið latið ungum og gávuríkum listafólkum, og í ár fall valið á Nansý, sum hevur gjørt vart við seg sum virkið og evnaríkt ungt skald.
Hjartaliga tillukku, Nansý. 🎉

Nansý Sunadóttir, yrkjari, fekk seinnapartin 40.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.

Hjartaliga til lukku, Nansý!

Lesið meira her og síggið nakrar myndir frá lítla hátíðarhaldinum á Føroyamálsdeildini á Setrinum í dag: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/40000-i-gavugodsi-hetta-er-ein-risastor-vidurkenning

Stuðul til mentan og list 2026Nú ber til at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk, myndlistafólk og barna- og ungdómsar...
03/02/2026

Stuðul til mentan og list 2026
Nú ber til at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk, myndlistafólk og barna- og ungdómsarbeiði. Freistirnar eru 17. mars og 14. apríl.

Stuðul til mentan og list 2026

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2026 er peningur settur av til stuðul til mentanarlig tiltøk, stuðul til myndlistafólk og stuðul til barna- og ungdómsarbeiði. Freistirnar at søkja eru ávikavist 17. mars 2026 og 14. apríl 2026. Les lýsing í viðmerkingum niðanfyri 👇

06/01/2026

Aldubáran (FO)Kenda barnabókin “Vampýrella” hjá Edward Fuglø fær við hesari framførslu nýtt lív. Í framførsluni hoyra vit nýskrivaðan tónleik eftir Páll Sólstein saman við søgu og myndum úr bókini. Endamálið er at geva børnum eina fjølbroytta, listarliga uppliving á hø...

Adresse

Lützenstrøð 4
Tórshavn
100

Telefon

+298 220 197

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når LISA - Listafólkasamband Føroya sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del