Várfest

Várfest Várfest í Silo í Havn bjóðar konsertir, undirhald og mat

13/05/2020

VÁRFEST AVLÝST
Tiltøkini í sambandi við korona sjúkuna gera, at tað ber ikki til at halda Várfest sum ætlað. Tilmælini frá myndugleikunum um frástøðu og avmarkað tal á fólkamongdum hava við sær, at tað heilt einfalt ikki ber til at hava tiltakið. Tí verður Várfest avlýst, og øll atgongumerki verða endurrindað komandi dagarnar.
Áhugin fyri Várfest, sum skuldi haldast í Silo í Havn, var annars sera stórur, og konsertirnar við bæði Eyðuni Nolsøe & M.C. Restorff og Anniku Hoydal vóru útseldar. Ætlanin er at venda aftur til tiltakið seinni.

28/03/2020

⭐️⭐️⭐️ VÁRFEST VERÐUR ÚTSETT ⭐️⭐️⭐️
Várfest, sum skuldi haldast í Silo í Havn vikuskiftið 3. og 4 apríl, verður útsett til vikuskiftið 29. og 30. mai. Hetta er orsakað av átøkunum í sambandi við korona-smittuna.⭐️
Útlit eru fyri, at støðan kann broytast um nakrar vikur, og tí er Várfest flutt tveir mánaðir til seinasta vikuskiftið í mai.✌️⭐️
Áhugin fyri Várfest hevur verið stórur. Konsertirnar við M.C. Restorff & Eyðun Nolsøe og við Anniku Hoydal vóru útseldar, og nógv atgongumerki eru eisini seld til Silo Late Night Show. ⭐️⭐️⭐️
Tey, ið hava keypt atgongumerki til hesar framførslur, hava fingið boð um, hvussu tey skulu fyrihalda seg til flytingina av tiltakinum. Tey, ið ikki ynskja at varðveita síni atgongumerk, nú konsertirnar verða fluttur, kunnu fáa tey endurgoldin. Møgulig innlatin atgongumerki verða so tøk hjá øðrum at keypa. ⭐️✌️⭐️
Sølan av atgongumerkjum heldur fram her:
http //www.atgongumerki.fo

🌺⭐️ANNIKA HOYDAL: BERT 50 ATGONGUMERKI EFTIR ⭐️🌺Nú eru bert 50 atgongumerki eftir til konsertina við Anniku Hoydal í Kon...
10/03/2020

🌺⭐️ANNIKA HOYDAL: BERT 50 ATGONGUMERKI EFTIR ⭐️🌺
Nú eru bert 50 atgongumerki eftir til konsertina við Anniku Hoydal í Kongshøll í Silo í Havn leygarkvøldið 4. apríl kl. 21:00. Konsertin er partur av tiltakinum Várfest.✌️👏⭐️
Á konsertini í Kongshøll hevur Annika Hoydal ein sterkan bólk afturat sær, og tey fara at spæla sangperlur, sum Annika hevur sungið gjøgnum árini – bæði sum solistur og í bólkinum Harkaliðið.👍🇫🇴😀
Tað kann ganga f**t av tíð ímillum konsertirnar hjá Anniku Hoydal, men nú verður eitt gott høvi aftur at uppliva dugnaligu songkvinnuna og sterku persónligheitina á palli aftur.👏🌺⭐️
Atgongumerki kunnu keypast her:
https://www.atgongumerki.fo/1124853/annika-hoydal

⭐️ ANNIKA HOYDAL: NÚ FÆKKAST VIÐ ATGONGUMERKJUM 🌺Leygarkvøldið 4. apríl kl. 21:00 hevur Annika Hoydal konsert við bólki ...
05/03/2020

⭐️ ANNIKA HOYDAL: NÚ FÆKKAST VIÐ ATGONGUMERKJUM 🌺
Leygarkvøldið 4. apríl kl. 21:00 hevur Annika Hoydal konsert við bólki sínum í Kongshøll í Silo í Havn. Konsertin er partur av tiltakinum Várfest.✌️💙😀
Atgongumerkjasølan gongur væl, og nú fækkastvið atgongumerkjum. 🌺⭐️👏
Á konsertini í Kongshøll hevur Annika Hoydal ein sterkan bólk afturat sær, og tey fara at tríva í nógvar av kendu sangunum, sum Annika hevur sungið gjøgnum árini. ⭐️✌️
Tað kann ganga f**t av tíð ímillum konsertirnar hjá Anniku Hoydal, men nú verður eitt gott høvi aftur at uppliva dugnaligu songkvinnuna og sterku persónligheitina á palli aftur.🇫🇴👍🌺
Atgongumerki kunnu keypast her (avmarkað nøgd!):
https://www.atgongumerki.fo/1124853/annika-hoydal

⭐️🌺 ANNIKA HOYDAL HEVUR KONSERT Í KONGSHØLL🇫🇴⭐️Drotningin í føroyskum tónleiki fer at spæla sínar bestu sangir á konsert...
28/02/2020

⭐️🌺 ANNIKA HOYDAL HEVUR KONSERT Í KONGSHØLL🇫🇴⭐️
Drotningin í føroyskum tónleiki fer at spæla sínar bestu sangir á konsert í Kongshøll í Havn leygarkvøldið 4. apríl kl. 21:00.👏✌️💙
Kom og uppliv eina hugnaliga og forkunnuga løtu saman við dugnaligu songkvinnuni, sum er kend fyri sangir sum »Aldan«, »Í dans«, »15 ár« og »Lisa«. ✌️💙😀
Á konsertini í Kongshøll hevur Annika Hoydal ein sterkan bólk afturat sær, og tey fara at tríva í nógvar av kendu sangunum, sum Annika hevur sungið gjøgnum árini. ⭐️👏✌️
Tað kann ganga f**t av tíð ímillum konsertirnar hjá Anniku Hoydal, men nú verður eitt gott høvi aftur at uppliva dugnaligu songkvinnuna og sterku persónligheitina á palli aftur.👍🌺🇫🇴
Atgongumerki kunnu keypast her (avmarkað nøgd!):
https://www.atgongumerki.fo/1124853/annika-hoydal

⭐️✌️ÚTSELT TIL M.C. RESTORFF & EYÐUN NOLSØE⭐️👏Nú er útselt til konsertina við M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe í Kongshøll ...
28/02/2020

⭐️✌️ÚTSELT TIL M.C. RESTORFF & EYÐUN NOLSØE⭐️👏
Nú er útselt til konsertina við M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe í Kongshøll í Havn leygarkvøldið 4. apríl. 👍🌺⭐️
Konsertin er partur av tiltakinum Várfest, sum eisini bjóðar aðrar konsertir, framførslur og forkunnugan mat.🇫🇴💙😀
Enn eru atgongumerki eftir til konsertina við Anniku Hoydal í Kongshøll leygarkvøldið 4. apríl kl. 21:00. Atgongumerki kunnu keypast her:
https://www.atgongumerki.fo/1124853/annika-hoydal
Atgongumerki eru eisini eftir speiska kvøldarskemtið Silo Late Night Show við Sjúrði Skaale, Kim Hansen og 4Fýrar. Atgongumerki kunnu keypast her:
https://www.atgongumerki.fo/1124858/silo-late-night-show

⭐️🌺 MC & EYÐUN: BERT FÁ ATGONGUMERKI EFTIR 💙⭐️Nú er bert fá atgongumerki eftir til konsertina við M.C. Restorff og Eyðun...
25/02/2020

⭐️🌺 MC & EYÐUN: BERT FÁ ATGONGUMERKI EFTIR 💙⭐️
Nú er bert fá atgongumerki eftir til konsertina við M.C. Restorff og Eyðuni Nolsøe í Kongshøll í Silo í Havn leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:00.✌️👏⭐️ Konsertin er partur av tiltakinum Várfest. 😀✌️🌺
M.C. og Eyðun fara at spæla sangir hjá sær sjálvum, tulka sangir hjá hvørjum øðrum og spæla saman. Hetta verður ein forkunnug og minnilig konsert.🇫🇴😀✌️
Seinastu atgongumerkini til hesa konsert fáast til keyps her:
https://www.atgongumerki.fo/1124851/m.c-restorff-ey-un-nols-e

⭐️⭐️ M.C. & EYÐUN: BERT 50 ATGONGUMERKI EFTIR ⭐️⭐️Áhugin fyri at sleppa at uppliva forkunnugu konsertina við M.C. Restor...
23/02/2020

⭐️⭐️ M.C. & EYÐUN: BERT 50 ATGONGUMERKI EFTIR ⭐️⭐️
Áhugin fyri at sleppa at uppliva forkunnugu konsertina við M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe í Kongshøll í Havn leygarkvøldið 4. apríl er stórur. Nú eru bert 50 atgongumerki eftir til konsertina.😀💙👍
M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe, sum hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum, fara á felags konsertini at spæla sangir hjá sær sjálvum og tulka sangir hjá hvørjum øðrum. Teir hava hvør í sínum lagi skriva eina perlu fyri og aðra eftir, og teir eru væl umboðaðir í føroyska sangskattinum. 🇫🇴👍
Nú verður sjáldsamt høvi at hoyra M.C. og Eyðun spæla saman á somu konsert. ✌️🌺👏
Atgongumerki til konsertina, sum er partur av tiltakinum Várfest, kunnu keypast her:
https://www.atgongumerki.fo/1124851/m.c-restorff-ey-un-nols-e

⭐️ KONSERT VIÐ M.C. RESTORFF & EYÐUN NOLSØE ⭐️Nú kanst tú uppliva eina forkunnuga konsert við tveimum av størstu profilu...
21/02/2020

⭐️ KONSERT VIÐ M.C. RESTORFF & EYÐUN NOLSØE ⭐️
Nú kanst tú uppliva eina forkunnuga konsert við tveimum av størstu profilunum í føroyskum tónleiki. 👏🇫🇴✌️
M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe, sum hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum, fara at hava felags konsert, har teir spæla sangir hjá sær sjálvum og tulka sangir hjá hvørjum øðrum. Konsertin verður í Kongshøll í Silo í Havn leygarkvøldið 4. apríl kl. 19:00. Bert 250 pláss eru til konsertina! ✌️😀
M.C. Restorff hevur í fleiri áratíggju skrivað, innspælt og útgivið gospeltónleik, sum føroyingar hava tikið til sín. Sangir sum »Føroyingar«, »Heldur Akker Títt«, »Meistarans Hond« og »Náðin frá tær« eru nakrir av sangunum, sum fólk kenna frá útgávum hjá M.C. Restorff. 👏✌️😀
Eyðun Nolsøe hevur sum partur av Frændum og sum solistur skrivað og sungið nógvar landaplágur ¬– eitt nú »Mítt Land«, »Hvítar Flykrur«, »Dansa« og »80’ini«. ✌️⭐️
M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe hava verið virknir í hvør sínum tónleikaumhvørvi, men teir hava teir tað í felag, at teir eru framúr sangskrivarar, sum hava gjørt eina lang røð av sangperlum til føroyingar. 👍🇫🇴🎹
Nú verður sjáldsamt høvi at hoyra M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe spæla saman á somu konsert.✌️😀
⭐️⭐️ Bert 250 pláss eru til konsertina! ⭐️⭐️
Tú kanst keypa atgongumerki her:
https://www.atgongumerki.fo/1124851/m.c-restorff-ey-un-nols-e

⭐️😀 NÝGGJ VÁRFEST Í SILO 🇫🇴👏Tað gongur ímóti ljósari tíðum, og fyrsta vikuskiftið í apríl bjóðar snotuliga Silo í Havn i...
21/02/2020

⭐️😀 NÝGGJ VÁRFEST Í SILO 🇫🇴👏
Tað gongur ímóti ljósari tíðum, og fyrsta vikuskiftið í apríl bjóðar snotuliga Silo í Havn inn til nýggja Várfest við spennandi konsertum, góðum undirhaldi og øðrvísi mati. Undirhald og konsertir verða í Kongshøll, sum er partur av Silo, og framførslur verða eisini í sjálvari Silo, har høvi verður at royna frískar várrættir. 👍🇫🇴🎹
Fleiri forkunnugar konsertir verða í Kongshøll leygarkvøldið 4. apríl.
Tveir av kendastu føroysku sangarunum og sangskrivarunum, M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe, fara at hava felags konsert, har teir fara at spæla sangir hjá sær sjálvum og tulka sangir hjá hvørjum øðrum. Hóast teir hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum, hava teir tað í felag, at teir eru framúr sangskrivarar, sum hava gjørt eina lang røð av sangperlum til føroyingar. Nú verður høvi at hoyra M.C. og Eyðun spæla saman á somu konsert. ✌️😀💙
Annika Hoydal, sum verður roknað sum drotning í føroyskum tónleiki, fer at hava konsert saman við bólki sínum, og hon fer at spæla teir mongu kendu sangirnar hjá sær frá einari langari og kreativari yrkisleið.⭐️👏✌️
Leygarkvøldið endar við djørvum og stuttligum »Silo Late Night Show«, har Sjúrður Skaale, Kim Hansen og 4Fýrar standa fyri undirhaldinum. Hetta verður ein løta við speiskum kvøldarskemti fyri ósartar sálir.👏✌️😀
Atgongumerki kunnu keypast til ymsu konsertirnar í Kongshøll, og atgongumerkið gevur samstundis atgongd til Silo, har aðrar framførslur verða. Fleiri framførslur og konsertir verða kunngjørd seinni. 🌺👍
Atgongumerki til konsertirnar á Várfest kunnu keypast á heimasíðuni Atgongumerki.fo - tað er avmarkað atgongd!✌️😀

***

Hvussu er Várfest skipað?
Várfest er tiltak við konsertum, undirhaldi, mati og drekka. Í Silo verða framførslur, matsøla og skeinkistað. Í Kongshøll, sum er partur av Silo, verða konsertir og undirhald.

Krevst atongumerki fyri at sleppa inn til Várfest?
Ja. Tey, ið keypa atgongumerki til eina konsert, hava samstundis atgongd til Silo allan tann dagin. Tey, ið ikki hava atgongumerki til nakra konsert, kunnu keypa serstakt atgongumerki til Silo við inngongdina.

Hvat kostar tað?
Konsertirnar í Kongshøll kosta 200 krónur hvør – íroknað hetta atgongumerkið er eisini atgongd til Silo. Atgongd til Silo (uttan atgongumerki til nakra konsert) kostar 100 krónur.

Hvar kunnu atgongumerki keypast?
Atgongumerki til konsertirnar í Kongshøll kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo. Atgongumerki til Silo kunnu bert keypast við inngongdina.

Hvar kann eg síggja skránna fyri Várfest?
Tú kanst fylgja við Várfest á Facebook-bólkinum »Várfest«.

Hesi innbjóðandi og vøkru hølini í Silo verða karmur um Várfest við tónleiki, undirhaldi og mati
20/02/2020

Hesi innbjóðandi og vøkru hølini í Silo verða karmur um Várfest við tónleiki, undirhaldi og mati

Snotuligi salurin í Silo - her verða konsertir hildnar undir Várfest
20/02/2020

Snotuligi salurin í Silo - her verða konsertir hildnar undir Várfest

Adresse

Vestara Bryggja 15
Tórshavn
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Várfest sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del