Estra Vasti

Estra Vasti Estra Vasti er prentsmiðja og samskiftisfyritøka, sum loysir allar grafiskar uppgávur. Set teg ?

SUMMARFRÍ 🌼Vit hava stongt frá mánadegnum 13. juli til fríggjadagin 31. juli, báðir dagar íroknaðir.Um tørvur er á lagur...
01/07/2026

SUMMARFRÍ 🌼

Vit hava stongt frá mánadegnum 13. juli til fríggjadagin 31. juli, báðir dagar íroknaðir.

Um tørvur er á lagurvørum í hesum tíðarskeiði, vinarliga send teldupost til [email protected].

Vit ynskja øllum eitt hugnaligt og veðurgott summar 🌝

21/05/2026

Hjartaliga vælkomin 🌸

🌸 50 ár í starvi á Estra 🌸Fríggjadagin 22. mai, kl. 14-16, bjóða vit til móttøku á Estra í Syðrugøtu. Øll eru hjartaliga...
13/05/2026

🌸 50 ár í starvi á Estra 🌸

Fríggjadagin 22. mai, kl. 14-16, bjóða vit til móttøku á Estra í Syðrugøtu. Øll eru hjartaliga vælkomin, saman við okkum at hátíðarhalda, at starvsfelagi okkara Sonja á Líðarenda hevur starvast á Estra í góð 50 ár.

Sonja byrjaði sum heilt ung genta í læru á Estra. Hon gjørdist Føroya fyrsti útlærdi kvinnuligi setari, sum starvsheitið kallaðist tá. Stutt eftir at hon varð avlærd, fekk hon fleiri og størri uppgávur á virkinum. Síðani 1992 hevur hon verið partaeigari og stjóri í felagnum.

Ígjøgnum hesi fleiri áratíggju Sonja hevur starvast í og staðið á odda í prentsmiðjuvinnuni, er nógv hent, og hevur hon samskift og samstarvað við fjøld av fólki. Eisini hava hesi mongu árini havt ómetaliga stórar og umfatandi broytingar við sær. Hetta hevur kravt stórar tillagingar av mannagongdum og viðført stórar broytingar hjá starvsfólki, fyri at fylgja við.

Sum Sonja plagar at siga: Vit loysa allar uppgávur, sum hava við prent og prenttilgerð at gera – og tað megna vit eisini.

Vit vóna at síggja viðskiftafólk okkara, bygdafólk, familju og vinir til almennu móttøkuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin ✨

Adresse

Postrúm 10
Syðrugøta
FO-510

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Estra Vasti sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Estra Vasti:

Genveje

Del