Gamli skúli

Gamli skúli Gamli skúli er tónleika- og mentunarmiðdepilin í Sørvági. Hann varð bygdur í 1887 og umbygdur í 2010 við serligum atlitið til framførðslur og líknandi.

Hann er ein estetisk perla við sera góðum hølum til tónleik, fyrilestrar o.m.a. Gamli skúli skipar regluliga fyri konsertum. Ætlanin er at hava eina konsert síðsta vikuskifti í mánaðanum, undantikið juni, juli og august, møguliga eisini desembur. Við Sørvágs skúla - hinumegin ánna - eru fleiri parkeringspláss: Omanfyri og uttanfyri skúlan, og í skúlagarðinum. Í skúlagarðinum er tó ikki loyvt at parkera frá kl. 08-15. Ein trappa er frá skúlagarðinum oman til eina góða brúgv yvir um ánna beint til høvuðsdyrnar í Gamla skúla. Niðri við kirkjuna eru eisini fleiri pláss. Gøta frá kirkjuni er beint niðan til brúnna við inngongdina. Hjá brúkarum í rullistóli er lættast at parkera við svimjihøllina ella undir Sørvágs skúla og so koyra undir skúlanum yvir til brúnna. Høvuðsinngongdin er vestureftir móti Sørvágs skúla/kirkjuni. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar. Atgongumerki skulu eisini bíleggjast, um tiltakið er ókeypis. Dyrnar opna áleið hálvan tíma áðrenn byrjan. Fyriskipararin hevur rætt til at burturvísa fólki, sum eru sjónliga ávirkað, ella sum órógva. Í slíkum førum verður atgongumerkið ikki endurrindað. Gamli skúli rúmar áleið 80 sitandi gestum og er góðkendur til 100 fólk. Hølini eru sera fjálg og vælljóðandi og ljóðútgerðin er góð. Sí myndir á okkara Facebook-síðu.
Í Gamla skúla er eisini køkur og wc. Gamli skúli er sera væl egnaður til konsertir, fyrilestrar, skeið v.m. Seti tykkum í samband við okkum um bóking og meira kunning á [email protected]

Adresse

Skúlabrekkan 4
Sørvágur
380

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Gamli skúli sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Gamli skúli:

Genveje

Del