Listastovan

Listastovan Mentanarhús í Vágum Listastovan er eitt mentanarhús í Vágum.

Bygningurin húsar kvøldskúla í málningalist, atelier hjá listafólki, umframt at virka sum konserthøll, og høli til skeið og fyrilestrar. Listastovan vann eina FMA - Faroese Music Award fyri Ársins átak 2017, fyri at fyriskipa konsertir við tí endamáli at menna tónleikara- og konsert mentanina í Vágum.

Summartónar við Elin Brimheim Heinesen 29. august 2026.
29/08/2026

Summartónar við Elin Brimheim Heinesen 29. august 2026.

Summartónar konsert við Elin Brimheim Heinesen Leygarkvøldið 29. august verður konsert við Elin Brimheim Heinesen í List...
28/08/2026

Summartónar konsert við Elin Brimheim Heinesen

Leygarkvøldið 29. august verður konsert við Elin Brimheim Heinesen í Listastovuni.

Elin hevur verið ein týðandi rødd í føroyskum tónleiki síðan sjeytiárini. Sangir hennara eru vorðnir føroyskir klassikarar. Á konsertini fer hon at framføra bæði kend løg og tónleik úr sínum ríka sangskatti.

Við sær hevur Elin ein framúrskarandi bólk:

Elin Brimheim Heinesen – sang og gittar
Eyðun Mohr Hansen – gittar
Edvard Nyholm Debess – bass
Rógvi á Rógvu – trummur
Inga L. Simonsen – ljómborð

Konsertin er partur av Summartónum og byrjar kl 21.00. Dyrnar lata upp kl. 20.30.
https://www.atgongumerki.fo/events/3735359

Fantastisk konsert við altjóða jazzbólkinum Mother Boy í Listastovuni 6. august 2026.
06/08/2026

Fantastisk konsert við altjóða jazzbólkinum Mother Boy í Listastovuni 6. august 2026.

22/06/2026
Vit gleða okkum til 19. juni tá Hans Andrias aftur verður at hoyra í Listastovuni.Hevur tú ikki sæð hann live enn, so er...
24/05/2026

Vit gleða okkum til 19. juni tá Hans Andrias aftur verður at hoyra í Listastovuni.

Hevur tú ikki sæð hann live enn, so er tað uppá tíðina. Møguleikin verður har fríggjakvøldið 19. juni kl. 21.00. Tryggja tær atgongumerki her: listastovan.atgongumerki.fo

Hans Andrias er alt annað enn bakgrundstónleikur. Hetta er tónleikur sum fer beint inn. Ein fantastisk rødd, sum bæði er hørð og mjúk. Og so hevur hann eina heilt serliga nærveru, har tú verður sogin inn í hansara univers.

Tað er ein nærvera, sum eisini er væl kend í Listastovuni. Har hevur Hans Andrias áður sett sín dám á pallin – fyrstu ferð í 2017 í sambandi við FMA-veitslu, og aftur til minniligu konsertina, sum upphiting fyri Ásgeir, í 2024. Hetta eru konsertir, sum hava víst, hvussu væl hansara tónleikur riggar júst í hesum tætta og intima salinum.

Tá Hans Andrias vann Sement 2025, var eingin ivi. Dómararnir vóru samdir um, at hann hevði eina fantastiska rødd og framførslu á altjóða støði. Tónleikurin er myrkur, kensluborin og spennandi. Løgini eru vælskrivaði, innilig og ein góð blanding fólkatónleiki og amerikana rokki.

Nú vitjar hann aftur í Listastovuni – hesaferð við sínum egna setti í miðdeplinum. Her er eingin fjarstøða – bara tónleikur og nærvera.

Hetta verður ein av teimum konsertunum, sum fólk fara at tosa um langt aftaná, at hon er liðug.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Tónleikur Hans Andrias í Listastovuni Fyriskipari Listastovan Listastovan [email protected] +298 267549 www.facebook.com/listastovan V-tal: 659045 Staður Listastovan //English below//Hans Andrias í ListastovuniHevur tú ikki sæð hann live enn, so er tað uppá tíðina. Møguleikin verður ha...

Myndir frá konsertini við Marionnu Winter fríggjakvøldið 22. mai.
23/05/2026

Myndir frá konsertini við Marionnu Winter fríggjakvøldið 22. mai.

Soleiðis, nú er feilurin hjá Nets funnin, og tað skuldi aftur verið møguligt at keypt atgongumerki á netinum.listastovan...
21/05/2026

Soleiðis, nú er feilurin hjá Nets funnin, og tað skuldi aftur verið møguligt at keypt atgongumerki á netinum.

listastovan.atgongumerki.fo

BEINT ÚR LONDON TIL MIÐVÁGS

Síðsta vikuskifti spældi hon á stóra bransjufestivalinum The Great Escape í Brighton í Onglandi og týskvøldið mitt í pulserandi býarpartinum Hoxton í London, men fríggjakvøldið kemur Marianna Winter aftur at framføra í Listastovuni við debut-heildarútgávu síni, sum hon hevur skrivað og framleitt saman við Ragnari Finsson.

Marianna byrjaði sína tónleikaligu ferð tíðliga. Hon er fødd undir heitu kalifornisku sólini og uppvaksin í ótamda vakurleikanum í Føroyum. Hetta legði grundarlagið undir einum ljóði, eins fjølbroyttum og uppvøkstur hennara, sum streykir yvir vindføstu føroysku landsløgini og kreativa surrið í West Hollywood.

Samanrenningin av beiskari føroyskari panorama og livandi kalifornisku orkuni gjøgnumsúrgar hennara sjangrublandaða tónleik; eina symfoni av alternative-pop, indie rock og soul.

Frá klaverundirvísing og talentkappingum í barndóminum til listarligu ávirkanina frá gubbanum, Alex Van Halen, rennur tónleikur og list í æðrum hennara. Ættarbondini í Miðvági leiða eisini til tónleikin. Eins og tónlistarligu ávirkanirnar hava verið stórar í familju hennara, var langomma hennara eisini listarlig og framførdi sum sjónleikarinna, bæði í filmi og á Det Kongelige Teater.

Hon hevur verið aktiv á tónleikapallinum síðani 2016 og hevur givið út tónleik síðani 2019.

Nýggju stakløgini hjá Marionnu ljóðaðu í 2023 á altjóða spælilistum og útvarpsstøðum. Harafturat hevur hon framført á altjóða bransjufestivalum: The Great Escape (UK), UHØRT (DK) og Iceland Airwaves (IS), umframt G! Festivalinum (FO).

Fríggjakvøldið 22. mai kl. 21.00 kemur hon við sínum sterka bólki, har allir eru tónlistarligir kongar á sínum øki: Ragnar Finsson (gittar, sang), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur, sang), Árni Jóhanneson (bass, sang), Kristian Pauli Ellefsen (synth) og Vinjar E. Petersen (synth/keys).

listastovan.atgongumerki.fo

Ólag hjá Nets órógvar allar kortgjaldingar, og tí ber í løtuni ikki til at keypa atgongumerki á netinum. Tit kunnu royna...
21/05/2026

Ólag hjá Nets órógvar allar kortgjaldingar, og tí ber í løtuni ikki til at keypa atgongumerki á netinum. Tit kunnu royna aftur seinni, ella verður eisini møguligt at keypa við dyrnar.

BEINT ÚR LONDON TIL MIÐVÁGS

Síðsta vikuskifti spældi hon á stóra bransjufestivalinum The Great Escape í Brighton í Onglandi og týskvøldið mitt í pulserandi býarpartinum Hoxton í London, men fríggjakvøldið kemur Marianna Winter aftur at framføra í Listastovuni við debut-heildarútgávu síni, sum hon hevur skrivað og framleitt saman við Ragnari Finsson.

Marianna byrjaði sína tónleikaligu ferð tíðliga. Hon er fødd undir heitu kalifornisku sólini og uppvaksin í ótamda vakurleikanum í Føroyum. Hetta legði grundarlagið undir einum ljóði, eins fjølbroyttum og uppvøkstur hennara, sum streykir yvir vindføstu føroysku landsløgini og kreativa surrið í West Hollywood.

Samanrenningin av beiskari føroyskari panorama og livandi kalifornisku orkuni gjøgnumsúrgar hennara sjangrublandaða tónleik; eina symfoni av alternative-pop, indie rock og soul.

Frá klaverundirvísing og talentkappingum í barndóminum til listarligu ávirkanina frá gubbanum, Alex Van Halen, rennur tónleikur og list í æðrum hennara. Ættarbondini í Miðvági leiða eisini til tónleikin. Eins og tónlistarligu ávirkanirnar hava verið stórar í familju hennara, var langomma hennara eisini listarlig og framførdi sum sjónleikarinna, bæði í filmi og á Det Kongelige Teater.

Hon hevur verið aktiv á tónleikapallinum síðani 2016 og hevur givið út tónleik síðani 2019.

Nýggju stakløgini hjá Marionnu ljóðaðu í 2023 á altjóða spælilistum og útvarpsstøðum. Harafturat hevur hon framført á altjóða bransjufestivalum: The Great Escape (UK), UHØRT (DK) og Iceland Airwaves (IS), umframt G! Festivalinum (FO).

Fríggjakvøldið 22. mai kl. 21.00 kemur hon við sínum sterka bólki, har allir eru tónlistarligir kongar á sínum øki: Ragnar Finsson (gittar, sang), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur, sang), Árni Jóhanneson (bass, sang), Kristian Pauli Ellefsen (synth) og Vinjar E. Petersen (synth/keys).

listastovan.atgongumerki.fo

Adresse

Gummaldagøta 2
Miðvágur
370

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Listastovan sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Listastovan:

Genveje

Del