11/11/2022
Hey tit!😊
Vegna óvæntaðar trupulleikar við at flyta kúnna til Klaksvíkar eru vit noydd at broyta kappingarreglurnar.
Tað verður lutakast um kúnna og gávukortini til Hotel Hafnia.
Kúgvin verður deild í fýra partar, tað vil siga at tú hevur møguleika fyri at vinna ein neytafjórðing.
Eisini verður trekt lut um fýra gávukort til Hotel Hafnia á 2500kr stk.
Seinasta freist at keypa lutaseðlar er í kvøld (11.11.2022) klokkan 23:55.
Lutaseðlar á 150kr stk. kunnu keypast við at flyta peningin á 9181 5683728.
GG. Viðmerk telefonnummar á flytingina.
Vit trekkja lut mánadagin (14.11.2022) klokkan 15:30!
Vit gera live á Facebook har vit trekkja lut.