21/04/2026
Við hesi myndafrásøgn frá leygarkvøldinum vilja vit í grannalagnum undir Gørðum, á Sýnini og Geilarvegi á Glyvrum takka tykkum mongu, ið hava luttikið til HITT seinastu trý árini.
Herbjørg H. Jøkladal handaði, vegna grannalagi á Glyvrum, stafettina víðari til Mekhalu O. Kollslíð, sum vegna trivnaðarbólkin Sæla á Skála tók ímóti. .."Við eitt sindur av sorgblídni meta vit, at HITT skal sleppa at mennast víðari og fáa møguleikan at fjálga um aðrastaðnis. Tí senda vit HITT sína fyrstu ferð - tvørtur um fjørðin og yvir á Skála.
Har verður tað eitt nýtt grannalag, sum tekur ímóti og bjóðar inn.
Og vit vóna, at HITT í ókomnum døgum sleppur at ferðast frá einari bygd í aðra"
🔴 Vit gleða okkum til HITT á Skála 17. apríl. 2027.