17/04/2026
Fyrsti dagur á bindifestivalinum 🧶
Eg kenni meg eitt sindur ríkari. Ikki í pengum (tíverri 😅), men ríkaða við íblástri, søgum og felagsskapi.
Vit hava lurtað eftir áhugaverdum fyrilestrum, gingið millum vøkur hús og hugt at teimum smáu detaljunum, sum gera staðið til nakað heilt serligt. Og allastaðni sært tú fólk sita við stokkum 🤩
Serliga spennandi var at práta við ein bindiklubba, sum hevur 50 ár á baki. 50 ár!! 50 ár av práti, lívi, stokkaløtum, vinkonuløtum og ferðum. At práta við tær og at hoyra tær tosa saman gav mær eina stóra kenslu av virðing fyri binding sum bindilið ímillum fólk. Tað setur tingini eitt sindur í perspektiv, hvussu nógv virði hetta einfalda ítrivi faktiskt hevur og hvussu stóra ávirkan tað kann hava uppá tey vit vera bundin saman við, fyri lívið. Fleiri teirra eru nú einkjur og er samanhaldið í bindiklubbanum dýrabært fyri tær.
Hetta minnir meg á, at binding ikki bara er eygu og tógv. Tað er samband. Millum fólk, millum ættarlið og kanska eisini eitt sindur til okkum sjálvi ❤️
Áminning til í morgin:
Tak tær tíð at skapa okkurt. Ikki tí at tú skalt skapa eitt úrslit ella blíva liðug, men tí tað ger okkurt gott við teg.
Dagur 2, eg eri klár ❤️🧶