Heystfagnaður á Eiði

Heystfagnaður á Eiði Heystfagnaður er eitt heystgildi á Eiði. Á skránni verður m.a. familjutiltøk, kappingar og søla. Tiltakið ber heitið Heystfagnaður og er eitt heystgildi!

Setið ein stóran kross í kalendaran til seinasta vikuskiftið í heystfrítíðini, tí tá verður skipað fyri rimmar tiltaki á Eiði. Heystartíðin er tíðin, føroyingar flestir gleða seg til. Um heystið er fjallgonga og fletting. Skurðfjøllini verða gingin. Seyðurin verður rikin í rætt, og tann seyðurin, ið skal flettast, verður tikin frá. Seyðaprát, fjallgonga og fletting setur avgjørt sín dám á heystartíðina. Seyðurin fer eisini at seta sín dám á skránna til Heystfagnaðin.

Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki. Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking, sofaprát og verkstaðir til børn og barnsligar sálir, eins og besti flettari verður funnin. Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin. Stóri dagurin er leygardagurin, men dagarnar frammanundan og eftir verða eisini onkur tiltøk. Meira verður at frætta um skránna til tiltakið seinni. Gleði tykkum!

Adresse

Lækjuvegur
Eiði
470

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Heystfagnaður á Eiði sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Heystfagnaður á Eiði:

Del

Type