03/12/2025
Eg havi tikið avgerðina um at lata mín nethandil aftur.
Tað hevur verið ein góður og læruríkur túrur, og eg eri sera takksom fyri tykkum øll, sum hava stuðlað mær á vegnum.
Hóast nethandilin letur aftur, eri eg framvegis til reiðar at hjálpa ❤️
Hevur tú spurningar ella ynskir um føðitalvur o.a., ert tú altíð vælkomin at skriva til mín á Facebook.
Takk fyri, at tú hevur fylgt mær – tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri meg.