Føroyahúsið

Føroyahúsið Bert hugflogið setur mørk. Føroyahúsið skipar m.a. fyri veitslum, fyrilestrum, konsertum, mentanarkvøldum og ymiskum barnatiltøkum.

Kaffistovan er opin hvønn mánadag og fríggjadag frá kl. 13:00 - 17:00

Títt hugskot kann gerast næsta tiltak í Føroyahúsinum

Øll hugskot til virksemi í húsinum eru hjartaliga vælkomin. Føroyahúsið er eitt mentanarhús í Keypmannahavn, sum hevur til endamáls at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan og andaligum lí

vi. Føroyahúsið er karmur um nógv fjøllbroytt virksemi. Í húsinum er millum annað sosialráðgeving, føroyskt kór, føroyskur barnaskúli, føroyskur dansibólkur og eisini hevur MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, kontór í húsinum. Tríggjar ferðir um mánaðan er hugnakvøld við døgverða, har undirhaldið ofta er omaná. Ovasti myndugleiki fyri Føroyahúsið er umboðsráðið, ið er skipað sambært galdandi reglugerð stovnsins. Ein starvsnevnd við fimm limum umsitur dagliga raksturin av húsinum. Landsstýrið setur tveir limir, kvinnufelagið velur ein lim og umboðsráðið velur tveir limir til starvsnevndina. Føroyahúsið hevur ein dagligan leiðara, ið verður settur av starvsnevndini, sum eisini ger starvssáttmálan. Stovnurin fær árliga stuðulsjáttan frá landsstýrinum, men fær eisini gávur og ískoyti frá fólki og stovnum, ið hava áhuga fyri virksemi stovnsins. Á hvørjum ári verður ársfrágreiðing og roknskapur sendur mentamálaráðnum.

So eru bert tríggir dagar eftir 🥳Kvissin byrjar kl. 21:00 og dyrnar lata upp kl. 20:00 Vit síggjast fríggjakvøldið 🥳
01/09/2026

So eru bert tríggir dagar eftir 🥳
Kvissin byrjar kl. 21:00 og dyrnar lata upp kl. 20:00
Vit síggjast fríggjakvøldið 🥳

PUBBKVISS 4. SEPTEMBUR 🥳

Fríggjakvøldið, 4. septembur kl. 21:00 er fyrsta pubbkvissin eftir summarfrítíðina á skránni.
Dyrnar lata upp kl. 20:00

Jóhann Jensen er kvissvertur hetta kvøldið, og stendur fyri hugfloygdu, stuttligu og fjøltáttaðu spurningunum, ið bjóða vitan tíni um m.a. søgu, politikk, ítrótt, tónleik, mentan og landalæru av.

Øll eru so hjartaliga vælkomin og vit gleða okkum at síggja tykkum aftur❣️

PUBBKVISS 4. SEPTEMBUR 🥳Fríggjakvøldið, 4. septembur kl. 21:00 er fyrsta pubbkvissin eftir summarfrítíðina á skránni.Dyr...
28/08/2026

PUBBKVISS 4. SEPTEMBUR 🥳

Fríggjakvøldið, 4. septembur kl. 21:00 er fyrsta pubbkvissin eftir summarfrítíðina á skránni.
Dyrnar lata upp kl. 20:00

Jóhann Jensen er kvissvertur hetta kvøldið, og stendur fyri hugfloygdu, stuttligu og fjøltáttaðu spurningunum, ið bjóða vitan tíni um m.a. søgu, politikk, ítrótt, tónleik, mentan og landalæru av.

Øll eru so hjartaliga vælkomin og vit gleða okkum at síggja tykkum aftur❣️

Føroyahúsið - Copenhagen Jazz Festival 2026Tað var ein heiður fyri fyrstu ferð at vera partur av Copenhagen Jazz Festiva...
27/08/2026

Føroyahúsið - Copenhagen Jazz Festival 2026

Tað var ein heiður fyri fyrstu ferð at vera partur av Copenhagen Jazz Festival.

Mánakvøldið, 6. juli, var Føroyahúsið karmur um eitt stórfingið tónlistaligt kvøld.
Heili fýra føroyskir bólkar vóru á palli og góvu mongu áhoyrarunum eina frálíka og fjølbroytta tónlistaliga uppliving við bæði vælsvingandi og mjúkum jazzi og eisini meira tungum og rokkutum tónum.
Vit takka so hjartaliga øllum tykkum dugnaligu tónleikarum og ljóðfólki, ið gjørdu 6. juli til eitt minniligt kvøld við dygd og sál í hásæti.

Mongu gestirnir høvdu harafturat møguleikan at njóta leskiligan føroyskan borðisk við m.ø. avbera góða føroyska fiskinum frá Norðfra Danmark.

At gjørligt varð at fáa stórfingna jazzkvøldið av bakkastokki eiga eisini allir okkara dyggu stuðlar hjartaliga tøkk fyri.

Føroyahúsið takkar Mentanargrunni Landsins, Rigsombudsmanden på Færøerne, Betri Stuðli, Koda Føroyum og Norðfra Danmark fyri stuðulin.

Tað er okkara vón, at Føroyahúsið eisini komandi ár verður partur av Copenhagen Jazz Festival og kann bjóða tykkum enn eitt stórfingið jazzkvøld á sumri 2027

Erik Reidarsson Klein hevur tikið myndirnar

Mikudagin, 2. septembur 2026 bjóða vit tykkum aftur vælkomnum til 60+ í Føroyahúsinum.Kl. 13:00 til 16:00, verður borðre...
26/08/2026

Mikudagin, 2. septembur 2026 bjóða vit tykkum aftur vælkomnum til 60+ í Føroyahúsinum.
Kl. 13:00 til 16:00, verður borðreitt við einum góðum bita og hugnaligari samveru.
Tak tínar bestu vinir undir armin og komið og njótið felagsskapin saman við fantastisku sjálvbodnu fyriskiparunum, sum borga fyri einum sera hugnaligum tiltaki.

Kostnaður kr. 70,-
Melda teg til í seinasta lagi kl. 17:00 dagin fyri, týsdag, 1. septembur.
Antin á: [email protected] ella send eini sms-boð: 31 17 48 68
Goldið verður við korti ella MobilePay, tá tit koma innartil

TÝSDAGSDØGURÐI 🇫🇴Týsdagin 1. septembur kynda vit aftur undir røstu grýtunum og borðreiða við røstum fiski frá Norðfra Da...
24/08/2026

TÝSDAGSDØGURÐI 🇫🇴

Týsdagin 1. septembur kynda vit aftur undir røstu grýtunum og borðreiða við røstum fiski frá Norðfra Danmark.
Sum altíð verður eisini okkurt gott omaná og te og kaffi afturvið.

Kostnaður kr. 200,- fyri verðin.

Tekning á [email protected] ella send eini smsboð á +45 31174868 innan mánadagin, 31. august kl. 17:00

Dyrnar lata upp kl. 17.00 og farið verður til borðs kl. 18:00

Ver so hjartaliga vælkomin og vit gleða okkum at síggja teg og tíni 😊

Føroyska Listafelagið í Danmark bjóðar til fernisering við listakvinnunum Josefinu Smith og Anniku Smith í Føroyahúsinum...
19/08/2026

Føroyska Listafelagið í Danmark bjóðar til fernisering við listakvinnunum Josefinu Smith og Anniku Smith í Føroyahúsinum, sunnudagin 23. august kl. 14:00 – 16:00

Um listakvinnurnar:
At úttrykkja seg visuelt hava møðgurnar Josefina Smith og Annika Smith til felags. Annika greiður frá, at listin altíð hevur fylt nógv í teirra familju.
Josefina Smith fer at vísa fram A3-tekningar av sínum knastaverum, sum fáa hana at flenna í kíki. Hesar verurnar búgva í gólvinum bæði heima hjá henni sjálvari og í summarhúsinum hjá dóttrini Anniku, fortelur Josefina.
Annika Smith sigur frá: “Fyri meg er tað at mála ein máti at fáa heimin at flyta seg spakuligari. Vakurleikin í føroysku náttúruni – og ikki minst friðurin, ið finst har – stendur í sterkari andsøgn til tað skundmikla býarlívið í Keypmannahavn. Júst tann mótsetningurin gevur mær íblástur”. Mosi, tari, steinar, fjaðrar, plantur og smáar stríðsharðar blómur, sum liva sítt stilla lív uttan tørv á at verða sæddar ella hoyrdar. Tað er henda kenslan av at hoyra saman við tí heilt smáa, sum kortini er størri enn vit sjálvi, ið Annika vónar, at málningar hennara kunnu minna um.

Listafelagið bjóðar eitt glas og ein munnbita, og bjóðar øllum til eina áhugaverda og hugnaliga løtu.

Minnist til at fylgja Listafelagnum á facebook og instagram, har felagið javnan dagførir við kunning um listafólk, framsýningar og tiltøk:

www.facebook.com/profile.php?id=100093570135418

www.instagram.com/listafelagid_dk/

18/08/2026

Mosi, tari, steinar, fjaðrar, plantur og smáar stríðsharðar blómur, sum liva sítt stilla lív uttan tørv á at verða sæddar ella hoyrdar. Tað er henda kenslan av at hoyra saman við tí heilt smáa, sum kortini er størri enn vit sjálvi, ið Annika Smith vónar, at málningar hennara kunnu minna um.

18/08/2026
16/08/2026
FØROYSKT TILTAK Í HAVNSØ, 15. AUGUST Hanna og Axel skriva:Kæru vinir og kenningarTit hava áður fingið kunning um okkara ...
13/08/2026

FØROYSKT TILTAK Í HAVNSØ, 15. AUGUST

Hanna og Axel skriva:

Kæru vinir og kenningar

Tit hava áður fingið kunning um okkara ætlan at halda ein Føroyadag við m.a. føroyskum kappróðri í upprunaføroyskum bátum í sambandi við tað siðbundna Badekarrace í Havnsø, sum í ár verður hildið leygardagin 15. august fyri áskoðarum við byrjan kl. 11 og skrá fram til handan av virðislønum kl. 16.00 – ein hátíðarligur dagur við virksemi á havnini og góðum matstøðum, sum hava opið!

Tó so, vit vóru ov seint á veg til at fáa føroyskan kappróður við á skránna. MEN, tað føroyska íblandið tryggja vit tónleikaliga á degnum við einum serligum tiltaki á Paradisgården, sum liggur bert 3 minuttir til gongu frá sjálvari havnini og beint við síðuna av parkeringsplássinum, sum øll kunnu nýta á grasvøllinum hjá garðinum.
Tí bjóða vit tykkum hjartaliga til:

Livekonsert við hinum kendu føroysku/íslendsku dúoini: Kristina Bærendsen og Bøddi Reynis
Tey fara á pall kl. 16.00 og undirhalda við country, pop og evergreens til kl. 17.30. Hetta verður góðgæti fyri oyruni, hjartað og dansiglaðar føtur, sum eru vælkomnar at liva við til tónleikin.
Duo’in er kend fyri at skapa eina serliga glaða og festliga stemning, og tú fert eisini at møta nógvum føroyingum úr nær og fjart!
Kostnaður:
Ókeypis atgongd til livemusik frá kl. 16 og víðari.

Á Paradisgården ber til at keypa drykkjuvørur og okkurt lættligt til matna. Allur yvirskotur fer til innsavnanina til eina minnisstein fyri tann elskaða føroyska sangaran Alex Bærendsen, sum óheppiliga misti lívið í eini arbeiðsvanlukku í juni 2018 í Tvøroyri.
Í hesum sambandi geva Kristina Bærendsen og Bøddi Reynis okkum sína live‑framførslu ókeypis. Vit vita, at tú fert at fáa eina serliga uppliving!

Aftaná heldur festlig livemusik fram á Paradisgården
Hetta verður við orkestrinum Vinyl Revival, sum fyrst og fremst spælir rock og softrock.
Er veðrið avbera gott, seta vit pallin upp á garðsplássinum. Um veðrið er ringt ella gerst ringt, flyta vit inn í stakladen, har eisini er pláss til at taka ein sving!
So, ert tú klárur til eina gleðiliga livemusik‑uppliving og at møta øðrum við tilknýti til Føroyar, so møt upp leygardagin 15. august kl. 16.00 og víðari!

Spurningar?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Axel Eysturstein á Facebook, ella á telefon: 60 68 84 05, ella teldupost: [email protected]

Væl møtt – og vit gleða okkum at síggja tykkum! Deil gjarna innbjóðingina í tínum netverki.

Vinaliga heilsan Hanne og Axel Paradisgården Paradisvej 8 Havnsø 4591 Føllenslev

Adresse

Vesterbrogade 17A
Copenhagen
1620

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 13:00 - 17:00
Fredag 13:00 - 17:00

Telefon

+4528353307

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Føroyahúsið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del