Norð Festivalur

Norð Festivalur Viðareiði 29.Aug 2026

Løtumyndir frá einum frálíkum Norð Festivali ✨Takk fyri ein fantastiskan festivaldag við góðum løtum, góðum fólki og góð...
06/09/2026

Løtumyndir frá einum frálíkum Norð Festivali ✨

Takk fyri ein fantastiskan festivaldag við góðum løtum, góðum fólki og góðum stemningi! 🙌

📸 Anton Højgaard eigur myndirnar.

03/09/2026

TAKK FYRI EIN ÓGLOYMANDI NORÐ FESTIVAL! 🤩

Vit sita eftir við eini fantastiskari kenslu! Enn ein Norð Festivalur er komin at enda, og Viðareiði var aftur karmur um ein heilt serligan dag við tónleiki, gleði og einastandandi góðum lag. 😍🎶

Eitt hjartaligt og stórt TAKK til øll tykkum, sum komu norður og vóru við til at skapa festivalin saman við okkum. Tað eru tit, sum geva Norð Festivalinum lív.🧡

Somuleiðis senda vit eina risastóra tøkk til tónleikarar, stuðlar, Ljóð&Tøkni, vaktir, hjálparfólk, viðingar, bóndan við kúnni og øll hini, sum hava lagt tíð, orku og góðan vilja í at fáa dagin at eydnast. Uttan tykkum – eingin Norð Festivalur! ❤️

Norð Festivalurin 2026 í samstarvi við MOWI, Føroya Tele, Betri Trygging, Viðareiðis Kommunu, Raska, Kjølbro, Norðoya Sparikassa, Føroya Bjór og Atlantic Airways. 🧡

Og ja… vit síggjast aftur! 😎
Norð Festivalurin 2027 verður hildin leygardagin 28. august á Viðareiði. 📅

TAKK FYRI Í ÁR ❤️

NÁTTARBUSSUR TIL TÓRSHAVN AFTANÁ NORÐ FESTIVALIN!🚌💨Náttarbussurin koyrir beinleiðis av Viðareiði til Tórshavn umvegis Ey...
28/08/2026

NÁTTARBUSSUR TIL TÓRSHAVN AFTANÁ NORÐ FESTIVALIN!🚌💨

Náttarbussurin koyrir beinleiðis av Viðareiði til Tórshavn umvegis Eysturoyartunnilin. Um onkur skal av á Toftum, steðgar hann har, annars er sjálvandi eisini møguligt at fara av á veg til Havnar, um tú býrt á leiðini! 🥳

Bussurin koyrir um 04.00 tíðina. Prísurin við náttarbussinum til Tórshavn er 250 kr. 😎

Keyp tíni atgongumerki nú og spar pening: https://nordfest.atgongumerki.fo/webshop/event/3534274/order/info

Vit síggjast leygardagin 29. aug á allarhelst heimsins vakrasta festivali.🇫🇴

Kunning í samband við ferðsluna og festivaløki á Norð Festivalinum 29. Aug. ‼️Góðan Norð Festival! 🇫🇴
28/08/2026

Kunning í samband við ferðsluna og festivaløki á Norð Festivalinum 29. Aug. ‼️

Góðan Norð Festival! 🇫🇴

🎟️ UNDIR 400 ATGONGUMERKI EFTIR – NORÐ FESTIVALURIN NÆRKAST ÚTSELT! 🔥Leygardagin 29. august sker tað á Viðareiði – og áh...
28/08/2026

🎟️ UNDIR 400 ATGONGUMERKI EFTIR – NORÐ FESTIVALURIN NÆRKAST ÚTSELT! 🔥

Leygardagin 29. august sker tað á Viðareiði – og áhugin hevur sjálvdan verið størri! Nú eru undir 400 atgongumerki eftir, so ætlar tú tær við, er tíð at tryggja tær atgongumerki. 👀

🤘 D-A-D
🎶 Hallur Joensen v/bólki
🎶 Eyðun, Terji og Kim
🎶 Herborg Torkilsdóttir
🎶 Finnur Koba & Páll Oddur Rubeksen
🎶 Rani Nolsøe
🎶 Marner av Lofti & Fríði Sigmundsson
🎶 Blátt Gras
🎶 Sámal Ravnsfjall
🎶 Bjarki Hansen
🎶 Rox v/Signar í Homrum
🎶 Trøllapætur & Omman
🎧 DJ Skottar
🎧 DJ Cool

Norð Festivalurin er ein heilur festivaldagur á Viðareiði við tónleiki, barnalandi, camping, mati og fantastiskum festivalstemningi mitt í serstøku náttúruni. ❤️

🚌 Ókeypis bussar koyra úr Klaksvík til Viðareiðis gjøgnum dagin og náttina – og náttarbussur koyrir eisini suður til Havnar eftir festivalin.

⚠️ Bert nøkur hundrað atgongumerki eru eftir – og við ferðini á søluni kann festivalurin verða útseldur áðrenn leygardagin.

👉 Tryggja tær atgongumerki nú: https://nordfest.atgongumerki.fo/webshop/event/3534274/order/info

Vit síggjast á Viðareiði! 🤘🔥

🔥 TJÓVSTARTA NORÐ FESTIVALIN VIÐ HUGNALØTU FRÍGGJAKVØLDIÐ! 😎🇫🇴Vit hita upp til Norð Festivalin við einari hugnaløtu á Ho...
27/08/2026

🔥 TJÓVSTARTA NORÐ FESTIVALIN VIÐ HUGNALØTU FRÍGGJAKVØLDIÐ! 😎🇫🇴

Vit hita upp til Norð Festivalin við einari hugnaløtu á Hotel Norð fríggjakvøldið, og allir festivalgestir eru vælkomnir! 🥳

🎶 Kl. 19.00 verður felagssangur, har Jóanis Erik Køtlum, Njál Petersen, Eyðun á Lakjuni, og Dávur Heinesen á harmoniku fara at syrgja fyri góða lagnum.

🏎️ Um veðrið loyvir, fáa vit millum kl. 18.00 og 20.00 vitjan av Amerikanarabilum, sum verða at síggja uttanfyri hotellið.

🌯 Grill Team verður sjálvandi á staðnum við sínum vælsmakkandi búffum og kebab, so eingin nýtist at ganga svangur. Eisini verður ymiskt gott at sløkkja tostan við til keyps.

🎟️ Tiltakið er ókeypis fyri allar gestir og camparar, sum koma á Norð Festival. Frá kl. 17.00 til 22.00 verður eisini møguligt at keypa og fáa festivalarmbandið á.

Hevur tú ikki tryggjað tær atgongumerki enn? So er nú at gera tað! 👇
https://nordfest.atgongumerki.fo/webshop/event/3534274/order/main

Vit gleða okkum til eitt gott fríggjakvøld – vit síggjast á Viðareiði! 🇫🇴🤩

Nú er møguligt at fáa armband á Kunningarstovuni í Klaksvík! 🎟️🙌Spar tíð og fá armbandið á longu í dag, so ert tú klár/u...
27/08/2026

Nú er møguligt at fáa armband á Kunningarstovuni í Klaksvík! 🎟️🙌

Spar tíð og fá armbandið á longu í dag, so ert tú klár/ur til festival! ✨

Síggjast á Norð Festivalinum – Allarhelst heimsins vakrasti festivalur! 🧡🎶

Vit bíða ikki eftir sjóvarfallinum – Vit gera aldurnar sjálvi. 🧡Verið vælkomin norður í bygd landsins, har Viðareiði vís...
26/08/2026

Vit bíða ikki eftir sjóvarfallinum – Vit gera aldurnar sjálvi. 🧡

Verið vælkomin norður í bygd landsins, har Viðareiði vísur seg frá sínu bestu síðu. 😎🎶

Síggjast leygardagin 🤩

Skráin til Norð festivalin er klár. Stóra høvuðsnavnið, danski rokkbókurin D-A-D, spælir leygarkvøldið klokkan 21:45, og á skránni verður heilt sikkur "Sleeping My Day Away"

🎟️ Fá armbandið á frammanundan – og far beinleiðis inn á festivaløkið! 😎Vilt tú sleppa undan bíðitíð, tá Norð Festivalur...
26/08/2026

🎟️ Fá armbandið á frammanundan – og far beinleiðis inn á festivaløkið! 😎

Vilt tú sleppa undan bíðitíð, tá Norð Festivalurin fer av bakkastokki? So kanst tú fáa armbandið á longu dagarnar undan festivalinum. 🥳

📍 Kunningarstovan í Klaksvík

• Hósdagin 27. aug. frá 09.00–17.00
• Fríggjadagin 28. aug. frá 09.00–17.00
• Leygardagin 29. aug. frá 10.00–19.00

📍 Hotel Norð

• Hósdagin 27. aug. frá 18.00–20.00
• Fríggjadagin 28. aug. frá 17.00–22.00

Tað ber eisini til at keypa atgongumerki á staðnum. 🤩🎫

Sjálvandi verður eisini møguligt at fáa armbandið á, tá tit koma til Viðareiðis leygardagin. Men ynskir tú heldur at brúka tíðina upp á tónleik, gott huglag og festival, enn at standa í bíðirøð, so viðmæla vit at fáa armbandið á frammanundan. 🙌

🇫🇴 Vit síggjast á Viðareiði! 🥳

🔥 PRÍSURIN HÆKKAR í KVØLD! 🔥Norð Festivalurin nærkast, og nú er tíð at tryggja tær atgongumerkið! ⚡️Týskvøldið 25. augus...
25/08/2026

🔥 PRÍSURIN HÆKKAR í KVØLD! 🔥

Norð Festivalurin nærkast, og nú er tíð at tryggja tær atgongumerkið! ⚡️

Týskvøldið 25. august kl. 23.59 hækkar prísurin!

Ætlar tú tær á Norð Festival, so bíða ikki ov leingi. Keyp nú og fá atgongumerkið til verandi prís – áðrenn tað verður dýrari. 👀

🎟️ Tryggja tær atgongumerkið í dag, og spar pening samstundis.

👉 Keyp her: https://nordfest.atgongumerki.fo/webshop/event/3534274/order/main

Vit síggjast á Viðareiði!

Adresse

Viðareiði
Viðareiði

Telefon

+298217020

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Norð Festivalur sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del

Type