Føroysk Myndlistafólk

Føroysk Myndlistafólk Felagið Føroysk Myndlistafólk varð sett á stovn 16. september 1981. Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum.

Føroysk Myndlistafólk er felag fyri
føroysk yrkismyndlistafólk. Felagið varð sett á stovn 16. september 1981 í Listaskálanum. Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum og at verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroysk myndlist fær góðar umstøður at mennast og trívast. Rætt til at gerast limur hava øll myndlistafólk, sum lúka treytirnar, ið fe

lagið hevur sett fyri upptøku. Limatalið er um 40 og umfatar flest allar myndlistaligar yrkisgreinar. Felagið hevur, síðan tað varð sett á stovn, virkað fyri at bøta um korini hjá myndlistafólkum. Felagið hevur m.a. saman við LISA (Listafólkasamband Føroya) o.o. virkað fyri at listafólk kunnu søkja starvslønir og íverksetanarstuðul úr Mentanargrunni Landsins, at peningur er settur av á fíggjarlógini, so listafólk kunnu søkja um ferðastuðul og at Heiðursgáva Landsins verður latin listafólki á hvørjum ári. Felagið hevur lagt uppskot fyri mentamálaráðharran um, at lógarfest verður, at 1,5% av byggikostnaðinum av almennum um- og nýbyggingum verður nýttur til myndprýðing. Hetta hevur Tórshavnar kommuna júst sett í verk. Felagið skipar javnan fyri fyrilestrum og seminarum, sum eru viðkomandi fyri limir okkara og onnur listaáhugað. Síðan 1990 hevur felagið á hvørjum ári skipað fyri "sensureraðari" várframsýning. Felagið hevur sæti í umboðsráðunum í LISA og er limur í NKF (Nordisk Kunstforbund). Umframt hetta hevur felagið eitt umboð í stýrinum fyri Listasavn Føroya. Felagið stendur á jøvnum føti við feløg fyri yrkismyndlistafólk í øðrum Norðurlondum.

Heystframsýningin 2025 letur upp fríggjadagin 17 okt 🌟 framsýningin verður í Gallarí Havnará frá 17 til 28 okt. Øll eru ...
16/10/2025

Heystframsýningin 2025 letur upp fríggjadagin 17 okt 🌟 framsýningin verður í Gallarí Havnará frá 17 til 28 okt. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Listafólkini eru, Bjørg Elttør, Guðrið Poulsen, Rakel Helmsdal, Jón Sonni Jensen, Anna Kathrina Højgaard, Alda Mohr Eyðunardóttir, Ole Wich, Tormóður Djurhuus, Rannvá Holm Mortensen, Herit Magnussen, Elin Josefina Smith Wolffsen, Eyð Matras, Bjørg Mohr, Edith Mørkøre, Marjun J Hentze og Astrid Mouritsen

Góðu øll listaáhugað,Føroysk Myndlistafólk skipa aftur í ár fyri sensureraði framsýning, eins og siðvenja hevur verið fa...
01/04/2025

Góðu øll listaáhugað,

Føroysk Myndlistafólk skipa aftur í ár fyri sensureraði framsýning, eins og siðvenja hevur verið farnu árini. Hesaferð eru tað Heiðrik á Heygum og Sámal Blak, sum skipa fyri, og framsýningin ber heitið Heystframsýningin 2025.

Framsýningin verður í oktober 2025. Nærri kunning um fernis dato kemur seinni. Øll, ið eru áhugað í at sýna fram, verða biðin um at senda verk inn til metingar áðrenn 4 august 2025. (Max 5 verk pr. pers. Um talan er um sera smá verk ber til at senda fleiri). Øll kunning (mynd, navn, heiti, ár, tøkni) skal sendast til teirra email: [email protected]

Øll eru vælkomin at senda inn. Roynd sum óroynd - í øllum aldrum og innan allar listagreinar. Tó skal verkið ikki hava verið sýnt fram áður og ikki eldri enn frá 2023.

Heiðrik og Sámal leita í løtuni eftir hølum. Um onkur veit um eitt gott stað/høli at hava framsýning, verða tey biðin um at seta seg í samband við teir. Øll góð tipp eru kærkomin.

Vh
Heiðrik og Sámal

(Mynd: Uni Árting. Grafikkur: Heiðrik á Heygum)

Takk fyri eina góða fernisering í gjár 🌞 Takk til tykkum øll, ið komu framvið - takk Listasavn Føroya fyri gott samstarv...
01/07/2023

Takk fyri eina góða fernisering í gjár 🌞 Takk til tykkum øll, ið komu framvið - takk Listasavn Føroya fyri gott samstarv, takk BardurDC fyri góða røðu og takk Knút fyri tónleikin 🙏 Myndirnar hevur Gwenaël Akira Helmsdal Carré tikið ⭐️

Í ár hevur felagið valt at bjóða limum felagsins at sýna fram, og øll luttakandi listafólk heingja framsýningina upp í f...
27/06/2023

Í ár hevur felagið valt at bjóða limum felagsins at sýna fram, og øll luttakandi listafólk heingja framsýningina upp í felag ⭐️

ÁRLIGA FRAMSÝNINGIN HJÁ FELAGNUM FØROYSK MYNDLISTAFÓLKFríggjadagin 30. juni kl. 16 letur árliga framsýningin hjá felagnu...
27/06/2023

ÁRLIGA FRAMSÝNINGIN HJÁ FELAGNUM FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

Fríggjadagin 30. juni kl. 16 letur árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp á Listasavni Føroya. Á framsýningini kanst tú uppliva eitt fjølbroytt úrval av listaverkum, eftir limir í felagnum.

Føroysk Myndlistafólk er eitt felag fyri yrkismyndlistafólk í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at virka til frama fyri áhugamálunum hjá myndlistafólkum og geva myndlistini bestu karmarnar at mennast. Síðani 1990 hevur ein týðandi liður í hesum arbeiði verið at skipa fyri eini árligariframsýning á Listasavni Føroya. Talan er um framsýningina, sum læt upp um várið og varð nevnd “Várframsýningin”, men nú er hon flutt til summarhálvuna. Seinastu nógvu árini hava øll havtmøguleika fyri at senda verk inn til metingar av eini úvalsnevnd, sum varð sett av felagnum at skipa fyri framsýningini. Í ár hevur felagið valt at bjóða limum felagsins at sýna fram, og øll luttakandi listafólk heingja framsýningina upp í felag.

Ferniseringin verður fríggjadagin 30. juni kl 16-18.

Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, bjóðar vælkomin. Bárður Dal Christiansen, formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, setir framsýningina. Síðani spælir Knút Háberg Eysturstein nøkur løg, og bjóðað verður til ábit og drekka.

Framsýningin er opin til og við sunnudag 23. juli.

Listasavn Føroya er opið allar dagar kl. 11-17

Øll eru vælkomin.

Takk fyri góða mentanarnátt og góða røðu Hansina Iversen 🌱 https://www.listaportal.com/tidindi/2023/6/3/mentanarntt-2023...
05/06/2023

Takk fyri góða mentanarnátt og góða røðu Hansina Iversen 🌱

https://www.listaportal.com/tidindi/2023/6/3/mentanarntt-2023-setanarran-hj-hansinu-iversen?fbclid=IwAR1xXSGNcBT5t-Zl6FHU-qpzRAbQUP9-jcflgYXtFVRO7fxqR9STznIleLg&mibextid=Zxz2cZ

Á mentanarnáttini 2.juni 2023 Góðu fólk, vælkomin á mentanarnátt, ið verður hildin í Havn fyri 22 ferð. Alt fleiri lata dyrnar upp á mentanarnáttini. Tað sæst á umfatandi skránni. Nógv teirra, ið lata dyrnar upp, stovnar, - privatir sum almennir og kommunalir hava stórt savn av ...

ÁMINNING:Freistin at lata verk inn til Várframsýningina 2021, sum verður í Listaskálanum er:- - -  1. APRÍL 2021 á MIÐNÁ...
17/03/2021

ÁMINNING:

Freistin at lata verk inn til Várframsýningina 2021, sum verður í Listaskálanum er:

- - - 1. APRÍL 2021 á MIÐNÁTT - - -

Sí meira kunning her:

Felagið FØROYSK MYNDLISTAFÓLK skipar fyri framsýningini

VÁRFRAMSÝNINGIN 2021Felagið FØROYSK MYNDLISTAFÓLK skipar fyri framsýninginiFramsýningin er á LISTASAVNI FØROYAInnlatinga...
22/02/2021

VÁRFRAMSÝNINGIN 2021

Felagið FØROYSK MYNDLISTAFÓLK skipar fyri framsýningini

Framsýningin er á LISTASAVNI FØROYA

Innlatingarfreist fyri uppskotum er 1. apríl 2021 á miðnátt

Fernisering er fríggjadagin 16. apríl kl. 16.00

Framsýningin er opin 17. apríl til 16. mai 2021

Várframsýningin er sensurerað, tvs. at ein úrvalsnevnd velur burtúr úr innkomnu verkunum. Úrvalsnevndin er samansett av listafólki, og hon skipar fyri framsýningini og velur út millum innsendu verkini.

FRÍTT MYNDAEVNI
Til Várframsýningina 2021 er myndaevnið frítt, tvs. at listafólkini sjálv velja, hvat tey mynda.

Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningina 2021 eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samonsen

Sí meira kunning um innlating av verkum o.a. her:

https://mynd.fo/

Listaøkið er í djúpari kreppu eftir tíggju mánaðum við COVID-19. Hjálparpakkarnir frá politiskari síðu hava verið ónøkta...
20/01/2021

Listaøkið er í djúpari kreppu eftir tíggju mánaðum við COVID-19. Hjálparpakkarnir frá politiskari síðu hava verið ónøktandi og hava ikki riggað, staðfestir LISA.

- Vit mæla til at gjørdur verður ein Kveikingarpakki, sum hjálpir listini, sigur Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.

Kveikingarpakkin skal tryggja, at yrkislistafólk kunnu halda fram at arbeiða, og at tað, sum er bygt upp ígjøgnum nógv ár, ikki verður brotið niður.

LISA mælir nú til at gjørdur verður gjørdur ein "kveikingarpakki" til at halda lív í føroysku yrkislistini, sum er í kreppustøðu

Adresse

Postboks 120
Tórshavn
110

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Føroysk Myndlistafólk sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Føroysk Myndlistafólk:

Del