Tvazz TVAZZ er ein fríyrkisleikbólkur í Føroyum, sum samstarvar við starvsfelagar og mentanarpallar í Føroyum og í Norðurlondum.

TVAZZ is an independent theatre company based in the Faroe Islands with collaborators from all over the Nordic countries.

Í kvøld kl.20 í Listastovuni í Miðvági framføra vit leikin Upphav fyri seinastu ferð á hesi leikferð. Tað kennist sorgbl...
07/05/2026

Í kvøld kl.20 í Listastovuni í Miðvági framføra vit leikin Upphav fyri seinastu ferð á hesi leikferð. Tað kennist sorgblítt, má eg ásanna. Vit hava framført leikin fimtan ymisk støð í landinum og í Keypmannahavn eisini. Hetta várið hevur sostatt verið merkt av: planlegging, bilaleigu/lán, pr, samskipan, flyta pall og útgerð, koyring, seta upp, teknisk roynd, framføra, práta við áskoðarar, taka niður, koyra heim. Eg haldi, eg kann siga fyri okkum allar, at vit kenna okkum so ómetaliga væl móttiknar kring landið; allastaðni, har vit eru komnar, eru vit møttar við so blíðum og sjónleikaspentum fólkum, sum hava hjálpt okkum og givið okkum bestu karmar. Og prátini aftaná! ikki minst. Hetta kann sjónleikur nevnliga. Skapa eitt rúm fyri kenslum og hugsavnan, har tár (og látur) eru trygg og vælkomin, eitt felags rúm, har vit saman deila hesa søgu, sum stingur so djúpt í okkum føroyingum.
Ímorgun upplivdi ein danskur háskúli (Askov højskole) Upphav, beint áðrenn tey flugu heim aftur eftir væleydnaða føroyaferð. Eisini tey vóru rørd og hugtikin og settu sera relevantar spurningar aftaná leikin. Tað kennist at geva meining, hetta leikverk, sum vit eru blivnar so góðar við - Marita S. Dalsgaard, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Gunnvá Zachariasen á okkara ferð runt landið. Suðuroyggin er ikki gloymd! vit spæla á SALT 6. sept. Kanska eisini onnur støð í landinum um hetta mundi. Og mínsann eisini á G! Og mínsann eru boð eftir okkum úti úr heimi: Kulturmøde á Mors, og teaterfestivalurin í Fjaler í Noregi. Og mínsann fer Upphav eisini ein túr til Íslands næsta vár.
Hava tit áhuga í at fáa Upphav til tykkara bý/bygd, so sendi okkum endiliga eini boð.
Tøkk fyri
Áskoðarar
Ummælarar
Fyriskiparar
Sponsorar
Stuðlar
Og øll tit sum hava skrivað góð orð til okkara og á sosialum miðlum
🙏🙏🙏
Og ikki at gloyma okkara altíð hjálpsamu og stuðlandi familjur. 🙏🙏🙏 ❤️❤️❤️

Kvinnurnar handan Upphav:
Hugskot, stigtakan, sjónleikur og leikrit: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn, leikrit og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
Visuelt design: Silje Grimstad
Framleiðsla: Tvazz og Leikhús SKIFT

Í kvøld kl.20 í Listastovuni í Miðvági framføra vit leikin Upphav fyri seinastu ferð á hesi leikferð. Tað kennist sorgbl...
07/05/2026

Í kvøld kl.20 í Listastovuni í Miðvági framføra vit leikin Upphav fyri seinastu ferð á hesi leikferð. Tað kennist sorgblítt, má eg ásanna. Vit hava framført leikin fimtan ymisk støð í landinum og í Keypmannahavn eisini. Hetta várið hevur sostatt verið merkt av: planlegging, bilaleigu/lán, pr, samskipan, flyta pall og útgerð, koyring, seta upp, teknisk roynd, framføra, práta við áskoðarar, taka niður, koyra heim. Eg haldi, eg kann siga fyri okkum allar, at vit kenna okkum so ómetaliga væl móttiknar kring landið; allastaðni, har vit eru komnar, eru vit møttar við so blíðum og sjónleikaspentum fólkum, sum hava hjálpt okkum og givið okkum bestu karmar. Og prátini aftaná! ikki minst. Hetta kann sjónleikur nevnliga. Skapa eitt rúm fyri kenslum og hugsavnan, har tár (og látur) eru trygg og vælkomin, eitt felags rúm, har vit saman deila hesa søgu, sum stingur so djúpt í okkum føroyingum.
Ímorgun upplivdi ein danskur háskúli (Askov højskole) Upphav, beint áðrenn tey flugu heim aftur eftir væleydnaða føroyaferð. Eisini tey vóru rørd og hugtikin og settu sera relevantar spurningar aftaná leikin. Tað kennist at geva meining, hetta leikverk, sum vit eru blivnar so góðar við - Marita S. Dalsgaard, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Gunnvá Zachariasen á okkara ferð runt landið. Suðuroyggin er ikki gloymd! vit spæla á SALT 6. sept. Kanska eisini onnur støð í landinum um hetta mundi. Og mínsann eisini á G! Og mínsann eru boð eftir okkum úti úr heimi: Kulturmøde á Mors, og teaterfestivalurin í Fjaler í Noregi. Og mínsann fer Upphav eisini ein túr til Íslands næsta vár.
Hava tit áhuga í at fáa Upphav til tykkara bý/bygd, so sendi okkum endiliga eini boð.
Tøkk fyri
Áskoðarar
Ummælarar
Fyriskiparar
Sponsorar
Stuðlar
Og øll tit sum hava skrivað góð orð til okkara og á sosialum miðlum
🙏🙏🙏
Og ikki at gloyma okkara altíð hjálpsamu og stuðlandi familjur. 🙏🙏🙏 ❤️❤️❤️

Tvazz og Leikhús SKIFT

Nú verður søgan um Gandakellingina úr Skúvoy loksins fortald. Einrøðuleikur eftir  Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð. Gu...
22/04/2026

Nú verður søgan um Gandakellingina úr Skúvoy loksins fortald. Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð. Gunnvá er leikarin, Ria leikstjórin. Tríggjar framførslur verða á skrá hjá Mentanarvikan í Runavíkar kommunu. Tann fyrsta verður í kvøld, 22. apríl kl. 20 í skúlanum í OYNDAFIRÐI, síðani hóskvøldið 23. apríl kl. 20 í barnagarðinum í SØLDAFIRÐI og sunnudagin kl. 16 í Dansistovuni í FUNNINGI. Vit gleða okkum. Meira um leikin kemur seinni.... 😉

GANDAKELLINGIN ÚR SKÚVOY✨

Leikurin um Sáru Malenu, sum Gunnvá Zachariasen framførir tekur okkum góð 100 ár aftur í tíðina og varpar ljós á evnir so sum gandakellingar, fólkasagnir, pátrúgv, happing og marginalisering í samfelagnum.

Sagt varð, at Sára Malena var gandakelling - at hon kundi biðja ilt yvir fólk og fáa vanlukkur at henda. Men var hetta veruliga rætt, ella royndi hon bert at yvirliva í einari tíð, har fátækar, barnleysar einkjur høvdu trupult við at lívbjarga sær?

Frásøgnin byggir á skaldsøguna “Sára Malena – seinasta gandakelling í Føroyum” eftir Sólruna Michelsen umframt frásagnir frá Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi.

Á Mentanarvikuni 2026 framførir Gunnvá Zachariasen hendan leikin heili tríggjar ferðir. Niðanfyri sæst nær og hvar leikurin verður framførdur og leinkja til atgongumerki:

Mikudagin 22. apríl kl. 20.00 í skúlanum í Oyndarfirði:
https://atgongumerki.fo/3602155/gandakellingin-ur-skuvoy

Hósdagin 23. apríl í barnagarðinum í Søldarfirði:
https://atgongumerki.fo/3602151/gandakellingin-ur-skuvoy

Sunnudagin 26. apríl í Dansistovuni í Funningi:
https://atgongumerki.fo/3602157/gandakellingin-ur-skuvoy

Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen

Upphav framførir í Kolshøll á Eiði í kvøld kl.18.00 atgongumerki.fo og við dyrnar áðrenn sýning.
18/04/2026

Upphav framførir í Kolshøll á Eiði í kvøld kl.18.00 atgongumerki.fo og við dyrnar áðrenn sýning.

Nú fara vit undir seinastu sýningar av leikinum Upphav. Tað hevur verið ikki minni enn fantastiskt at ferðast runt landi...
17/04/2026

Nú fara vit undir seinastu sýningar av leikinum Upphav. Tað hevur verið ikki minni enn fantastiskt at ferðast runt landið við leikinum og at spæla fyri og hitta áskoðarar kring alt landið.
Vit gleða okkum til sýningarnar, sum eru eftir:

Leygarkvøldið 18. apríl kl. 18 í Kolshøll á Eiði
Sunnukvøldið kl. 19.00 í skúlanum í Kvívík
Hóskvøldið 30. apríl í skúlanum á Toftum (Várdagar)
Hóskvøldið 7. mai í Listastovuni í Miðvági (Undurfagri mai)

Túsund takk fyri orðini og blíðskapin Mentanarhúsið í Fuglafirði  og Jón Tyril. Takk Birgar Larsen fyri hjálpina.  🙏Og t...
12/04/2026

Túsund takk fyri orðini og blíðskapin Mentanarhúsið í Fuglafirði og Jón Tyril. Takk Birgar Larsen fyri hjálpina. 🙏
Og túsund takk fyri vøkru myndirnar Kristfríð Tyril.
Leikhús SKIFTMarita S. DalsgaardAnna Katrin Øssursdóttir EgilstrøðMarita S. DalsgaardGunnvá Zachariasen

Vit gleða okkum til at leggja leiðina inn aftur á Eysturoynna við Upphavi.
09/04/2026

Vit gleða okkum til at leggja leiðina inn aftur á Eysturoynna við Upphavi.

04/04/2026

Adresse

Tórshavn

Telefon

+298585828

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Tvazz sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del