Konsertfelagið

Konsertfelagið Konsertfelagið varð stovnað í 1979. Endamál Konsertfelagsins er at geva fólki upplivingar við kamartónleiki á høgum støði. eisini.

Konsertfelagið varð stovnað í 1979 av Volker Immanuel Behrens og endamál felagsins er at stuðla kamarkonsertum. Við deyða Volker Behrens varð ein minnisgrunnur settur á stovn, sum hevur til endamáls at stuðla ungum tónleikarum, ið nema sær ella hava nomið sær útbúgving innan tónleik. Henda grunnin umsitur Konsertfelagið m.a. Felagið stuðlar umleið 4 tiltøkum um árið, og hvørt av hesum tiltøkum innibera eina ella tvær klassiskar kamarkonsertir. Nevndin hevur fund umleið 4 ferðir um árið. Fundirnir eru vanliga í mars, juni, september og november og tað er til hesar fundir, at stuðulsumsóknir verða viðgjørdar.

VIVALDI OG TÆR FÝRA ÁRSTÍÐIRNAR"Eitt av kendastu tónleikaverkunum í heiminum nakrantíðTær fýra árstíðirnar eftir Antonio...
09/02/2026

VIVALDI OG TÆR FÝRA ÁRSTÍÐIRNAR
"Eitt av kendastu tónleikaverkunum í heiminum nakrantíð
Tær fýra árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi er eitt tað mest ikoniska verkið í tónleikasøguni – og av góðum orsøkum. Í fýra lívligum violinkonsertum endurgevur Vivaldi fuglasong, ódnarveður, summarhita og vetrarkulda so livandi, at tónleikurin framvegis kennist frískligur, fysiskur og nærverandi 300 ár seinni. Hetta kvøldið fært tú høvið at hoyra ein kamarbólk við føroyskum og útlendskum tónleikarum framføra alt verkið. Á odda stendur altjóða viðurkendi violinisturin Alissa Margulis, sum verður bæði solistur og fer at leiða ljómliðið.
Konsertin fer eisini at bjóða upp á Souvenir de Florence eftir Tjajkovski – eitt fjálgt, lagvakurt og ríkt kamarverk, sum tónaskaldið skrivaði eftir at hava vitjað Italia. Hetta eina kvøldið hittast Vivaldi og Tjajkovski, har norðurlendskir tónleikarar blása lív í tvær av størstu ferðafrásøgnunum í tónleikasøguni."

Eitt av kendastu tónleikaverkunum í heiminum nakrantíð

Adresse

Kulibakki 8
Leirvík
520

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Konsertfelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Konsertfelagið:

Genveje

Del