Livandi Varmakelda

  • Home
  • Livandi Varmakelda

Livandi Varmakelda Varmakeldukonsert í Fuglafirði við livandi tónleiki, samanhaldi og glaðum, góðum føroyskum stemningi

Takk øll somul!
07/07/2025

Takk øll somul!

Vit vilja hervið nýta høvið hjartaliga at takka øllum, sum vóru við til at gera Livandi Varmakeldu til eitt so hugnaligt og væleydnað tiltak, sum tað var. Tað er stuttligt at skipa fyri, tá ið so nógv fólk leggja so gott arbeiði í at skapa eina serliga løtu.
Takk til allar tónleikararnar fyri teirra fantastisku framførslur. Takk til veitarar av tøkni, mati, drekka, vaktarhaldi og øðrum. Takk fyri gott samstarv við Fuglafjarðar Kommunu, sjálvboðin, ítróttarfeløg og aðrar felagskapir. Takk øll okkara røsku starvsfólk í Mentanarhúsinum og Etasjuni.
Stóra takk øll tit sum keyptu atgongumerki, møttu upp og skaptu nærveru og gleði.

Endamálið var at byrja eina tilgongd at blása nýtt lív í Varmakelduna, og tað halda vit eydnaðist til fulnar.
Nú fara vit at eftirmeta tiltakið so vit kunnu gera tað enn betur næstu ferð. Vit gleða okkum longu til næsta ár og taka við takksemi ímóti øllum afturmeldingum.
Takk enn einaferð øll somul!

Her eru nakrar myndir frá tiltakinum, sum Kristfríð Tyril tók.

Við bestu ynskjum,
vegna Livandi Varmakeldu,
Etasjan og Mentanarhúsið

06/07/2025
So lótu dyrnar upp til fyrstu Livandi Varmakeldu 🥳
05/07/2025

So lótu dyrnar upp til fyrstu Livandi Varmakeldu 🥳

05/07/2025

Varmakeldan er byrja og vit gleða okkum til í kvøld 😀

GÓÐU GESTIR! 🤩Í kvøld verður Livandi Varmakelda í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, fyri fyrstu ferð. Skráin er drúgv, rúmli...
05/07/2025

GÓÐU GESTIR! 🤩

Í kvøld verður Livandi Varmakelda í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, fyri fyrstu ferð. Skráin er drúgv, rúmlig og festlig við tónleiki til flest øll frá kl. 19.30 til kl. 03.45 🥳

INFO:
Atgongumerki kunnu keypast í forsølu fyri 495,- á mh.fo og í Etasjuni frá kl. 17.00 til upplating kl. 19.00. Eftir kl. 19.00 fer prísurin upp á 595,-. Umleið 150 atgongumerki eru eftir at selja.

Atgongumerki kunnu eisini býtast um til armbond í Etasjuni frá kl. 17.00 til 19.00. Hetta minkar um kø og bíðitíð, tá Mentanarhúsið letur upp kl. 19.00.

Mynd av skrá sæst á uppslagnum.

Góða Varmakeldu og góða Livandi Varmakeldu!

Vit síggjast! 😀

Fyriskipararnir
Etasjan og Mentanarhúsið

Address

Karvatoftir 5

530

Website

Alerts

Be the first to know and let us send you an email when Livandi Varmakelda posts news and promotions. Your email address will not be used for any other purpose, and you can unsubscribe at any time.

  • Want your establishment to be the top-listed Arts & Entertainment?

Share